Í gjár kunngjørdi leiðslan í norska kringvarpinum NRK, at stovnurin skal spara 100 ársverk í ár. Stjórin, Hans-Tore Bjerkaas, segði, at rakstrarútreiðslurnar eru øktar meiri enn væntað.
Hann vísti á, at í dag arbeiða umleið 200 færri í NRK enn fyri tveimum árum síðani, men at tað kortini verður neyðugt at leggja 100 ársverk niður afturat í hesum árinum.
Norska kringvarpið er ikki tað einasta, sum hevur koyrt fólk til hús ella boðað frá uppsagnum. Eitt nú vórðu fleiri fólk uppsøgd í íslendska kringvarpinum (myndin) í síðstu viku.