Málið má vera, har brúkarin er.?Føroyingar hyggja, eins og fólk í øðrum londum, at sjónvarpi og eru dagliga á internetinum í fleiri tímar. Bókalesnaður harafturímóti er í stórari minking, og føroyingar flest síggja ikki ofta rætta stavseting og rættar føroyskar vendingar, eftir at tey eru farin úr skúlanum. So um ein fer at gera upp, so er ringt at fáa eyga á, hvar føroyingurin skal fáa íblástur til at viðlíkahalda og menna sín móðurmálsførleika í tí dagliga. Tí er átrokandi neyðugt at vit, eins og londini kring okkum hava gjørt í áravís, føroyska allar talgildu miðlarnar og ongantíð ov skjótt byrja at brúka hesar í skúlunum. Las eina grein um, at skúlin ikki kann krevja, at børn skulu brúka teldur. Kann skúlin so heldur ikki krevja, at næmingarnir hava blýant, heftir, skúlatasku, fimleikaklæði og mangt annað, ið er neyðugt, tá ið eitt barn fer í skúla? Foreldur keypa mangt og hvat til barnið: fartelefon, mótaklæði, góðgæti og sodavatn. Havi sjálv eina gamla teldu standandi á stovuborðinum, heima við hús, sum eg keypti brúkta fyri kr. 500. Hesin hugburður til nýmótans miðlatøkni er helst grundað á eina vanahugsan og mótstøðu móti broytingum. Trupulleikin er bert, at so leingi føroyska tilfarið í skúlunum er alt ov gamalt og ikki er har, sum børnini eru á internetinum, so verður hetta ikki ein natúrligur partur av undirvísingini. Avleiðingin av hesum verður, at málsligi førleikin hjá tí yngra ættarliðnum verður verri og verri.
Nógv verri at læra mál, tá ið ein er farin um tey tríati.?Eingin loyna er, at lættari er at læra mál á yngri árum. Ættarliðið, sum veksur upp í føroyska samfelagnum, hevur, sum Svenning Tausen er inni á í Dimmalætting fríggjadagin, holla útbúgving og “málfrøðingar í føroyskum máli tróta ikki, og kortini er málið kanska ongantíð verri enn nú”. Trupulleikin er, at har sum føroyingurin er á netinum ella í sjónvarpinum, er høvuðsmálið útlendskt. Soleiðis hevur tað verið frá barnsbeini, øll skúlaárini og eisini í dagliga vaksnamannalívinum. Hetta merkir, at móðurmálsligi førleikin ikki er á nóg høgum stigi, tá nýggja ættarliðið veksur upp, og verður starvsfólk í eitt nú Kringvarpinum. Sjálvsagt leggja vit í Kringvarpinum okkum eftir at tosa rætt føroyskt og hava regluliga málfrøðing knýttan at stovninum at undirvísa starvsfólkunum. Men fyri at kalla ein spaka fyri ein spaka, so er tað mótbrekka at læra tilkomin fólk eitt mál, sum tey ikki eru von at nýta ella hoyra í professionellum høpi. Afturat hesum mugu føroyingar flestir av landinum, um tey ynskja sær eina hægri útbúgving. Tí hava tey, tá ið tey venda heimaftur, ikki hoyrt ella lisið rætt føroyskt í áravís. Eiga hesi smábørn, eru møguleikarnir at læra børnini føroyskt, avmarkaðir. So hóast føroyska málið og menningin av hesum er ein hornasteinur í øllum arbeiðinum, ið fer fram í Kringvarpinum, kennist tað mangan tungt at standa við hesari týdningarmiklu uppgávu, vitandi, at um ikki okkurt munagott hendir í dagligdegnum hjá tí vanliga føroyinginum, so verður hesin dystur tyngri og tyngri.
Vit eru bara menniskju.?Samanumtikið kann sigast, at sjálvsagt hevur Kringvarp Føroya eina uppgávu og eina ábyrgd at gera sítt til at betra um málsliga førleikan. Men eisini starvsfólk í Kringvarpinum eru partur av tí samfelagi, sum vit liva í, og eitt úrslit av tí málpolitikki ella mangul uppá sama, sum verður førdur her á landi. Ofta verður sagt, at føroyingar eru meiri tilvitaðir um málið enn eitt nú danir. Hetta er ein myta, sum snøkt sagt ikki passar. Danir hava júst nú stovnað eina barnarás, Ramasjang, ið sendir danskar barnasendingar størsta partin av samdøgrinum. Danir hava so langt aftur eg minnist, sett danska talu til teknirøðir, filmar, telduspøl og annað. Hetta hevur ikki verið gjørt í Føroyum, og tí duga føroyingar sítt móðurmál nógv verri enn aðrar tjóðir duga. At hava málfrøðingar, ið gera nýggj orð og geva bøkur út av ymsum slagi, er sjálvsagt gagnligt fyri føroyska málið, men er ikki tað, sum flytur ta stóru fjøldina, ið veksur til við útlendskum máli meginpartin av gerandisdegnum.
Niðurstøða.?Vit mugu burtur frá vanahugsanini og venda kjakið um mál til at verða eitt kjak um, hvussu nýtt og gamalt føroyskt tilfar fær eina dimensjón, ið ger, at tað verður partur av dagligdegnum hjá vanliga føroyinginum. Vit mugu hugsa Google Maps, fartelefonir, sosialu netmiðlarnar, filmar, talgildar bøkur, útvarp, sjónvarp, skúla, arbeiðspláss, heimasíður o.s.fr. Vit mugu hugsa føroyska málið inn í samtíðina, vit liva í.