Kringvarpið var skjótast

Hvør er Føroya skjótasti miðil? Stóru miðlarnir í høvuðsstaðnum kappaðust í morgun á nýggju koyribreytini á Skarðshjalla.

Í samband við at nýggja koyribreytin á Skarðshjalla lat upp í dag, høvdu nakrir av føroysku miðlunum sett hvør øðrum stevnu. Slagið skuldi standa um, hvør miðil nú einaferð var skjótast.

 

11 tíðindafólk vóru møtt til kappingina og eftir eina innleiðandi rundu og síðani tríggjar kappkoyringar, var vinnarin funnin.

 

Kringvarp Føroya fór avstað við báðum teimum ovastu plássunum. Fremstur gjørdist Rógvi Olavson, meðan Jón Brian Hvidtfelt bleiv nummar tvey. Á triðja plássi kom Sólvit Nolsø, sum arbeiðir á Miðlahúsinum.