Bjørn á Heygum, advokatur, gevur Kringvarpsstýrinum rætt, at tað kann gera sum tí lystir, tí tað sigur lógin. Hinvegin heldur hann lógina vera óhepna - Tað stendur í lógini, at stýrið er politiskt óheft, so landsstýrismaðurin hevur í veruleikanum ábyrgd, men onga ávirkan, sigur Bjørn á Heygum. Hann sær einasta háttin at fáa Kringvarpsstýrið at akta boðini vera, at Kringvarpslógin verður broytt.
Landsstýrið kann onki gera við stýrið, tí í paragraff 3 í Kringvarpslógini stendur: Kringvarp Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini, og tí kann landsstýrið onki gera.
Ein annar møguleiki er tó, um lógin ikki verður broytt, og tað er, at tað er landsstýrismaðurin, ið setir Kringvarpsstýrið, men hetta kann ikki gerast her og nú, tí stýrið hevur rúma tíð eftir av síni setu. Tað situr fýra ár í senn.
Samanumtikið heldur Bjørn á Heygum, at lógin er ov illa skrivað, í mun til ætlanirnar við henni, tí sum sær út, so hevur landsstýrisfólkið bara ábyrgd og onga ávirkan.
- Mann kundi broytt orðingina í lógini soleiðis, at landsstýrisfólkið ikki kann blanda seg í tað redaktionella, men kann siga, hvussu umsitingin annars skal vera, sigur Bjørn á Heygum.
Bjørn á Heygum heldur ikki, at hetta ger, at Kringvarpið verður heft at viljanum hjá tilvildarliga landsstýrisfólkinum.
- Um vit hugsa um tað fíggjarliga, so er Kringvarpsgjaldið altíð oyramerkt, so har kann landsstýrisfólkið ikki gera nakað, so vandin fyri, at landsstýrisfólk kanalisera tíðindaflutningin ein veg er sera avmarkaður, sigur hann.