Í hesum døgum er stór altjóða svimjikapping fyri brekað í Berlin, German Open, har umleið 450 svimjarar úr 30 londum eru við. Teirra millum er 12 ára gamla Krista Mørkøre úr svimjifelagnum Ægir, sum umboðar ÍSB í stóru kappingini.
Krista skal í Berlin bæði kappast við svimjarar í sínum egna aldursbólki, umframt svimjarar, sum eru í sama handicapbólki, og hon er við í kappingum í bæði frísvimjing, bringusvimjing og firvaldssvimjing.
Fyrsta kappingin var í gjár í 50 metra frísvimjing, har Krista kláraði kravtíðina til EM í summar, tá hon fekk tíðina 35,11 sekund, sum er eitt fitt petti niðan fyri kravtíðina, ið er 35,67 sekund. Hetta úrslitið gav Kristu eitt bronsuheiðursmerki í ungdómsbólkinum og eitt níggjundapláss í opna bólkinum.
Í dag skal Krista kappast í 100 metra frísvimjing, 50 metra firvaldssvimjing og 200 metra bringusvimjing, umframt at hon aftur skal í hylin sunnudagin.