Krista vann bronsu

Í 400 metra frí í NM í Stokholm vann Krista Mørkøre leygardagin bronsu

Í síni fyrstu roynd í opna bólkinum fyri tey vaksna eydnaðist tað Kristu Mørkøre úr Klaksvik at vinna bronsu. Hetta var leygardagin á 400 metrum í NM svimjikappingini fyri tey, sum bera brek. Kappingin er hetta vikuskiftiði í Stokholm.

At Krista er væl fyri sást aftur í, at hon setti persónligt met og tað so rudduliga. Hon megnaði at skarva tíggju sekund av bestu tíðini. Hon setti eisini persónligt met í 50 metra firvald sviming, veit heimasíðan svimjing.com at siga.

Kappingin heldur fram fyrrapartin sunnudagin. Tað ber til at fylgja við á heimasíðuni http://livetiming.dk/results.php?cid=1545&session=1

mynd: svimjing.com