Kristel hevur 12,5% møguleika

Ein onnur, ung songkvinna er risa favorittur at vinna danska Melodi Grand Prix.

Ummælarar hava givið Kristel Lisberg góðan møguleika at vinna donsku útgávuna av Melodi Grand Prix, sum verður 13. februar í Horsens, men nógv bendir á, at hon fær harða kapping frá serliga einari songkvinnu.


23 ára gamla Simone Egeriis, sum tvær ferðir áður hevur luttikið í Melodi Grand Prix og báðu ferð gjørdist nummar trý, er høgt í metum hjá donskum serfrøðingum. Somikið høgt, at tað verður hildið, at tað er 50% møguleiki fyri at hon vinnur.


Tað eru serfrøðingarnir hjá Danske Spil, sum hava gjørt sína meting og hava bjóðað odds upp á vinnaran. Her er Simone Egeriis greiður favorittur við odds 2.10, sum gevur henni umleið 50% møguleika.


Um nakar annar fer avstað við sigrinum, so er Kristel Lisberg eitt gott boð. Hon er nevniliga á 2. plássi hjá Danske Spil við odds 8.00. Tað merkir, at teir meta hana hava 12,5% møguleika at vinna kappingina.


Odds: (Danske Spil)

Simone Egeriis – Heart Shaped Hole 2.10

Kristel Lisberg – Who Needs a Heart 8.00

Anja Nissen – Never Alone 8.00

Bracelet – Breakaway 8.00

Sophia Norh – Blue Horizon 9.00

Muri og Mario – To Stjerner 9.00

Jessica – Break it Good 15.00

Lighthouse X – Soldiers of Love 15.00

David Jay – Rays of Sunlight 30.00

Veronicas Illusion – The Wrong Kind 40.00