Tann 21. januar verður finalan í kappingini, tey kalla Dansk Pop Talent. Hetta er ein kapping fyri populertónleik á donskum máli, sum sjónvarpsrásin dk4 skipar fyri.
Innleiðandi kappingar og hálvfinalur hava verið hildnar, og 10 luttakarar eru komnir í finaluna, sum verður hildin í Forum í Horsens. Finalan kann eisini síggjast á dk4.
Ein av teimum, sum skal verða við í finaluni, er føroyska songkvinnan Kristel Lisberg. Hon hevur áður luttikið í X Factor og í Grand Prixnum, og nú skal hon royna seg í Dansk Top Talen finaluni.
Trýst á pílin í myndini omanfyri og hygg eftir framførslu hjá Kristel Lisberg í kappingini.