Kristel við nýggjum videolag

Videolagið hóskar til kensluna í sanginum, sigur Kristel

Fyri kortum slepti Kristel Lisberg sangin September og nú boðar Tutl frá, at kykmyndalagið til sangin er tøkt.

- Eg vildi hava eitt myrkt videolag, sum hóskar til kensluna í sanginum, sigur Kristel Lisberg.

 

Jesper Bang-P Thortzen hevur gjørt videolagið. Klæðini eru frá Barbaru í Gongini.