Komandi kappingarár verður Kristian Joensen aftur í gulum. Eftir drúgva útlegd, er 29 ára gamli málmaðurin av Glyvrum vendur heim aftur til røturnar, boðar felagið frá á heimasíðuni.
- Kristian Joensen hevur í fleiri ár spælt við KÍ, til hann í ár skifti til EB/Streym, har hann hevur havt eitt sera gott kappingarár. Fleiri ferðir seinastu árini hevur Kristian eisini verið rundan um landsliðið. Komandi kappingarár verður hann aftur at síggja har, sum alt byrjaði – við Løkin, skrivar NSÍ.
- Vit skulu byggja upp. Tí mugu vit finna loysnir, sum vara fram í tíðina. Í Kristiani hava vit fingið ein leikara við drúgvum royndum. Tí kann hann vera ein av stuðulsleikarunum á NSÍ-liðnum fleiri ár fram í tíðina. Fyrsta stigið verður at koma aftur í bestu deildina, og eru vit tí sera fegin um, at Kristian vil vera við at byggja felagið upp aftur, sigur Karstin Joensen, formaður í NSÍ.
Sáttmálin við Kristian Joensen er fyri komandi trý árini. Skiftið er eitt sindur óvæntað, tí EB/Streymur er í eini tilgongd at bjóða av í Evropa, meðan NSÍ er flutt niður í 1.deild. Hinvegin, so er talan um barndómsfelagið og eina nýggja byrjan.