Skipasøla
Partafelagið Vár í Vestmanna, sum Tummas Christophersen og Dánjal Jacobsen eiga, hevur nú keypt ísfiskatrolararnar, Nónhamar og Fjalshamar frá partafelagnum Christiani í Grótinum í Klaksvík.
Leingi hevur verið upp á tal, at partafelagið í Vestmanna skuldi keypa trolararnar, sum felagið í Klaksvík keypti frá Føroya Banka í fjør.
Partafelagið Vár eigur eisini ísfiskatrolararnar, Nornagest og Kolumbus, sum eru lagdir. Skipini eiga hundrað og nakrar og fjøruti fiskidagar, sum vestmenningar hava søkt Fiskimálaráðið um at flyta yvir á Nónhamar og Fjalshamar.
Bíðað hevur verið eftir svari úr Fiskimálaráðnum, men nú hevur felagið í Vestmanna munnliga fingið at vita, at hetta er í lagi.
Kristian Martin Rasmussen, reiðari í Klaksvík, sigur, at teir enn ikki hava sæð skrivliga svarið, men teir ganga út frá, at øll viðurskifti nú eru í lagi.
Hann sigur, at menn nú eru umborð á Nónhamri og Fjalshamri og rigga til, og væntandi verða skipini klár at loysa um stutta tíð.
Fegin maður
Kristian Martin Rasmussen sigur, at skipini eru seld partafelagnum Vár í Vestmanna við teirri treyt, at veiðan verður landað til Kósavirkið í Klaksvík.
- Tað eru tríggir partar, sum eru við í hesi avtalu – felagið hjá okkum, Kósavirkið og partafelagið Vár. Avtalan er, at Nónhamar og Fjalshamar skulu landa til Kósavirkið, sum kemur at rinda marknaðarprís fyri veiðina.
Kristian Martin Rasmussen sigur seg fegnast um, at tey fýra skipini, sum felagið keypti frá Føroya Banka í fjør, nú verða við til at tryggja ráfiskagrundarlagið undir Kósavirkinum.
Hinir báðir ísfiskatrolararnir, sum felagið í Klaksvík framvegis eigur og rekur, eru Safir og Smaragd, og teir landa eisini til Kósavirkið.