Kristian skal aftur døma altjóða dystir

Um tvær vikur fer Kristian Johansen aftur undir altjóða dømingina. Hesa ferð saman við donskum dómara

Hondbóltur

Fyri føroyskar hondbóltsdómarar er einki at ivast í, at tað var eitt risa stórt framstig, tá teir báðir, Hjalmar Petersen og Kristian Johansen, gjørdust altjóða dómarar. Og tí var heldur einki at ivast í, at talan var um afturstig, tá Hjalmar av arbeiðsávum mátti leggja frá sær í ár.
Uttan altjóða avbjóðingarnar er í øllum førum skjótt, at dómararnir missa íblástur til framhaldandi menningina, og tó at arbeitt hevur verið við málinum, so tekur tað helst sína tíð, áðrenn føroyingar aftur hava eitt altjóða dómarapar.

Men vit framvegis ein altjóða dómara. Eftir at hava gingið leysur í eina tíð, stendur tað nú Kristiani í boði at kunna døma saman við donskum dómara, og hesum møguleika hevur hann tikið av.
- Hetta kappingarárið havi eg dømt saman við Sámali Hansen, og vit báðir hava eisini tosa um, at royna at fáa altjóða uppgávur. Tað er tó so, at hetta er nakað, sum tekur tíð, tí royndir av bæði teoretiskum og fysiskum slag skulu standast, áðrenn nøkur uppgáva kann koma upp á tal, greiðir Kristian frá.
- Á einum fundi hjá altjóða dómarasambandinum kom tó fram, at eg nú ikki hevði nakran makkara at døma saman við, og hetta helt formaðurin í sambandinum vera stórt spell. Ikki minst tí Føroyar liggja somikið sentralt í Norðuratlantshavinum.
- Samstundis kom eisini fram, at danin, Peter Lorentsen, sum annars fleiri ferðir hevur verið í Føroyum, heldur ikki hevði nakran makkara. Ein støða, sum kundi viðføra, at danir mistu eitt altjóða par.
Formaðurin í dómarasambandinum, sum er íslendingur, kom tí við eini áheitan til okkum um, at søkja um at fáa dystir saman, og henda umbønin er nú gingin okkum á møti.

Í bestu donsku deildini
Og fyrstu uppgávurnar eru longu nú fyri framman. Fyri líka sum at læra hvønn annan at kenna, verður í fyrsta umfari talan um dystir í donskum hondbólti, og hetta tykist mest sum vera eitt slag av próvtøku, tí tað er longu greitt, at altjóða eygleiðarar vera til dystirnar.
22. mars skulu Kristian og Peter døma dyst í donsku 1. deildin hjá monnum millum Skovbakken og Lemvig, og dagin eftir skulu teir døma dystin millum Randers og Odense í donsku kvinnuliguni.
Um nýggju avbjóðingina sigur Kristian annars, at hann ongan tíð ivaðist, tá møguleikin beyðst.
- Tað havi eg so einki ímóti. Ein slík avbjóðing er so avgjørt nakað, sum er við til at halda dampinum uppi. Tú mást jú alla tíðina hava eitt mál fyri framman, um tú ikki skalt steðga upp, so hetta síggi eg sum eina kærkomna avbjóðing.
- Tað eru júst slíkar avbjóðingar, sum vit hava tørv á, og tað er eisini ein av endamálunum við dómarafelagnum, sum vit nú hava stovnað. Tað er tó so, at tað tekur nakað av tíð, áðrenn vit kunnu fáa eitt nýtt ella kanska tvey føroysk dómarapør á altjóða stigi, sigur Kristian Johansen at enda.