Kristian Sune sett billardmet

Ein kann ikki siga annað enn, at tað er ein virðilig gáva, sum okkara besti billardspælari í løtuni, Kristian Sune Høgnesen hevur latið bæði spildurnýggju billardhølunum í innflytingargávu og billardspælinum í Føroyum sum heild - nú hann fyri løtu seg spældi størsta spæl, ið nakrantíð er spælt í Føroyum. Ì semifinaluni skoraði Kristian Sune 1196 eygu, og er tað avgjørt met. Hann hevði fimm umfør omanfyri 100 eygu og besta varð uppá 174. Hóast tað var ein stór uppgávu hjá Steinbirni í Dali at skula møta hesi billardkempuni úr Klaksvík, so gjørdi Mimirsmaðurin sær avgjørt ikki fyri skommum. Hann skoraði 530 eygu.

 

Hetta er ikki einasta sólskinssøgan í billard FM í dag. Fyri løtu síðani megnaði nýggja stjørnan á billardhimmalinum, Jógvan Jørgensen úr Havnar Klubba at vinna á billardveteraninum av øllum, Sonhard Johannessen. Jógvan fekk 474 eygu og Sonhard 462. Sonhard førdi meginpartin av dystinum men í teimum trimum seinastu umførunum megnaði Jógvan at taka Sonhard aftur. Munurin tá avtornaði varð einans 12 eygu.

 

Hetta er fyrstu ferð, at nýggja billardstjørnan hjá Havnar Klubba er komin so langt sum í eina FM finalu.

 

Í løtuni spæla Sonhard og Steinbjørn um 3. plássið. Sonhard er sum er væl á odda.

 

Tað vísir seg at vera stórur áhugi fyri billardspælinum í Klaksvík og liva klaksvíkingarnir avgjørt upp til ta ábyrgd og mál, sum fyrrverandi billardfaðirin, Haldor Holm, sáli legði lunnar undir á sinni.

 

Hóast billardspælið í Føroyum ikki hevur verið so høgt í metum leingi, so syrgja eftirkomarar Haldor Holms fyri, at spælið ikki doyr út.

 

Og her er heldur ikki at gloyma Føroya Bjór, sum so trúliga nærum hvørt ár hevur sponsorerað billardkappingina.