Kristiansand tapti stórt á heimavølli

Bjarni í Selvindi, Tróndur Mikkelsen og Helgi H. Hoydal skutu allir tríggir mál fyri Kristiansand í dag

Í dag tóku Bjarni í Selvindi (myndin), Tróndur Mikkelsen, Helgi H. Hoydal og liðfelagarnir í Kristiansand móti Fjellhammer í heimadysti í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Kristiansand var favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna dystin, men tað gekk av skriðuni.

 

Kristiansand tapti stórt 28-38. í steðginum var Fjellhammer á odda 19-11,

 

Bjarni skoraði fýra mál og og legði upp til eitt mál. Tróndur skoraði eitt mál, legði upp til trý mál og vann liðnum eitt brotskast. Helgi skoraði eitt mál.

 

Viking TIF uttan Nicholas Satchwell í málinum tapti 27-31 (11-15) fyri Nærbø á heimavølli.

 

Kristiansand er triðaftast í deildini við sjey stigum. Viking TIF er aftast í deildini við bert trimum stigum.

 

Komandi leygardag verður føroyingauppgerð, tá Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget taka móti Kristiansand á heimavølli.

 

Eftir tað sleppa okkara menn at hugsavna seg um EM-endaspælið í Týsklandi. Norska kappingin verður tikin upp aftur 31. januar.