Kristiligi Fólkaflokkur í Føroyum fagnar teirri framgongd, sum kristiligu fólkaflokkarnir í dag hava í Norðurlondum. Fólkatingsvalið í gjár førdi soleiðis danska KrF inn aftur á fólkating, og í Noregi hevur KrF stjórnarvaldið og fær undirtøku frá meira enn 5. hvørjari atkvøðu.
Tað eru lívsvirðini, familjupolitikkurin, barnastyrkur og heimið, sum kristiligu fólkaflokkarnir í Norðurlondum føra fram, ið fær økjandi undirtøku. Barnastyrkurin, teir nú í Noregi ætla at seta í verk við 32.000 kr. til hvørt barnið, hevur sum fyrimynd tann føroyska barnastyrkin, ið meirilutin á løgtingi fyri nøkrum árum síðan setti úr gildi.
Korini hjá børnum, familjum og heimunum í Føroyum, sum eru alt annað enn væl fyri, verða avgerandi broytt, um KrF í Føroyum fær ta undirtøku, sum kristiligu fólkaflokkarnir í hinum norðurlondum nú tykjast fáa.
KrF í Føroyum brynjar seg tí nú til løgtingsvalið og vónar at fáa so góða undirtøku, at tað slepst ikki undan at seta nevnda familjupolitikk aftur í verk eisini í Føroyum sigur KrF í tíðindaskrivi.