Kristina Háfoss: Veljið almenna tunnilsloysn - til fyrimuns fyri allar Føroyar

Røða á Løgtingi í samband við viðgerð av undirsjóvartunnilsuppskotum
6. august 2013

Hevði tað komið fyri í einum av grannalondum okkara at stjórnin legði uppskot fram um størstu verkætlan í søgu landsins, samstundis sum undirtøka als ikki var fyri hesum – hvørki í samgonguni ella í parlamentinum ?

Hevði tað komið fyri, at stjórnin samstundis segði alment frá, at sáttmálin, ið gerast skuldi við privata felagið, ið skuldi gera verkætlanina, skuldi vera loyniligur so fólkið og parlamentið ikki fingu upplýst, hvør avtala varð gjørd ?

Nei.

Hetta er tað, ið hendir í Føroyum í dag, eisini sjálvt um hetta er fullkomiliga óneyðugt, tí undirtøka er á Løgtingi fyri einum øðrum uppskoti. Nevnliga fyri framhaldandi at gera undirsjóvartunlar í almennum partafelagi.

Hóast hetta so leggur landsstýrið fyri Løgtingið eitt uppskot, ið er fullkomiliga burturvið.

Hví velur løgmaður ikki breiðu semjuna ?
Um Løgmaður hevði virðing fyri Løgtingsins vilja og ynskti eina breiða langtíðarsemju, so átti hann sjálvandi at kallað umboð fyri allar flokkar inn til fundar, at finna eina felags loysn. Hví ikki velja hetta,  heldur enn verandi kaos við fleiri uppskotum – eisini frá samgonguni ?
Tykist sum politiska leiðslan als ikki er til staðar.

Fleiri tunnilsuppskot
Løgtingið skal nú viðgera og velja millum fleiri uppskot til undirsjóvartunnilsloysnir:

1)    Privat felag ger Eysturoyartunnil (Landsstýrið)

2)    Alment felag ger Eysturoyartunnil og Sandoyartunnil (Aksel V. Johannesen og Bjørt Samuelsen)

3)    Alment felag ger Eysturoyartunnil og Sandoyartunnil og allir undirsjóvartunlar verða lagdir í sama felag (Bárður Nielsen og Bjarni Djurholm)

4)    Alment felag ger Eysturoyartunnil (Framsókn)

5)    Allir tunlar verða lagdir í eitt alment felag (Janus Rein)

6)    Hartil eykajáttan á 1 mió. kr. at seta í eitt nýtt partafelag Sandoyartunnilin (samgongan) og ein eykajáttan á 10 mió. kr. at seta í partafelagið Føroyatunlar (Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin).

Alment felag er rætta loysnin
Ongin ivi er um, at seta fólk seg inn í upplýsingar í málunum, herundir umfatandi útrokningar hjá Landsverki og øðrum, so er rætta loysnin - bæði fyri Eysturoynna, Sandoynna og alt samfelagið -  at fremja framtíðar útbygginginarnar í einum almennum felagi. Hetta varð eisini valt við Norðoyatunnlinum og Vágatunnlinum.

Tí at lata einum privatum felagi uppgávuna merkir, eitt nú:

1.     At tunnilin gerst upp til 3 mia. kr. dýrari, fyri føroyingar, enn við almennum felagi (vegna stóran rentumun, krav um privat avkast, og sambært útrokningum frá Landsverki).

2.     At mia. kr. fara av landinum til avkast til útlendskum íleggjarum.

3.     At fólk og vinna koma at rinda ein hægri prís fyri at nýta tunnilin, ið verður minni brúktur, og harvið gevur minni fyrimunir til samfelagið.

4.     At samfelagið missur møguleikan at nýta avlopsgevandi íløgur at fíggja aðrar útbyggingar.

Hetta gevur onga meining.

Vánaligasta lógaruppskot nakrantíð ?
Hyggja vit nærri at lógaruppskotinum frá landsstýrinum um privatan tunnil, so gjørdist eg meira og meira ovfarin, jú meira eg las.

Hvat er hetta fyri eitt uppskot ? Er hetta skemt ? Ella enn verri, meinar landsstýrið veruliga, at hetta er tað, ið tænir føroyska samfelagnum og landinum best ?
Um so er, so hevur landsstýrismaðurin í Innlendismálum fullkomiliga misskilt okkurt.

Má siga, at eg siti við kensluni av, at hetta lógaruppskotið má vera millum mest vánaligastu lógaruppskot eg nakrantíð havi sæð. Hvussu kann landsstýrið yvirhøvur umhugsa at leggja hetta fram, og hví hevur umsitingin skrivað undir uppá hetta ?

Talan er um eitt lógaruppskot sum brýtur við fleiri grundleggjandi tættir í lógarverki og rættarsamfelagi okkara.

Privata loysnin útsetir verkætlanina
Eisini hevur landsstýrismaðurin í Innlendismálum aftur og aftur sagt, at talan verður um eina privata loysn – ella als onga. So er als ikki – tvørtur ímóti.

Lógaruppskotið kann spenna bein fyri at nakað sum helst hendir, tí við einkarrættinum tryggjast, at ongin annar arbeiðir við málinum – samstundis sum privata felagið ikki hevur sum treyt at koma við einum “forprojekti” fyrr enn áðrenn 1. januar 2019!.

Tvs. at at møguliga kann verða staðfest í 2019 at onki verður gjørt, og tað almenna kann tá fara í gongd.

Men um so eitt forprojekt kemur tá freistin er um at vera úti, skal Innlendismálaráðið undir eina góðkenningar tilgongd, og eftir eina góðkenning hevur felagið aftur 2 ár til at fara undir verkætlanina.

Sostatt fær privata felagið heilt til 2021, áðrenn neyðugt er at fara undir verkætlanina.

Til tað tíð kann nógv verða broytt. So nógv, at felagið als ikki er til longur ella als ikki ynskir at gera verkætlanina hóast alt.

Tískil er als ongin samanhangur í, tá landsstýrismaðurin aftur og aftur sigur, at um vit ikki velja hesa privatu loysnina, so verður ongin tunnil. Tvørtur ímóti so bendir alt á tað øvugta.

Privata loysnin inniber stórar váðar
Eisini er stórur váði við at lata eitt privat felag gera tílíka verkætlan – hóast landsstýrismaðurin ferð eftir ferð hevur sagt, at tað almenna ongan váða átekur sær um tað privata felagið ger tunnilin. Hetta er ikki rætt, tí:

1.     Føroyar missa ovurstórar upphæddir av landinum hvørt ár.

2.     Stórur vandi er fyri, at verkætlanin verður útsett í sera nógv ár.

3.     Landið skal veita endurgjald til felagið um lóggáva verður broytt í framtíðini, ið ávirka felagið.

4.     Atknýttar vegaverkætlanir skulu gerast afturat (200-500 mió. kr.), ið tað almenna skal rinda.

5.     Felagið hevur einkarrætt í upp til 50 ár, og avmarkar landið seg í hesum tíðarskeiði.

6.     Privata felagið kann fara á húsagang mitt í verkætlanini, og tað almenna má gera verkætlanina liðna.

Endurgjaldskrøv, ið kunnu forða framtíðar lógarbroytingum
Ein av mongu óskiljandi ásetingunum í lógini er um endurgjaldskrav.

Endurgjaldskrav skal veitast um lóggáva verður broytt innan samferðsluøkið, tí ásett verður í §2a, stk. 2: “Um so er, at reglur og normar, sum vóru galdandi 25. juni 2013, og sum eru viðkomandi fyri tunnilsgerð, verða broytt sambært lóg ella øðrum almennum rættarligum grundarlagi, so skal tann, sum hevur fingið einkarættin haldast skaðaleysur fyri hesum broytingum. “

Hví mælir landsstýrið til hesu óskiljandi áseting ?
Hvussu stórt kann hetta endurgjaldið frá landi til privata felagið gerast ? Tað veit ongin, tí vit kunnu ikki vita, hvørjar broytingar verður gjørdar í framtíðini tá umræður normar og krøv til tunnlar og vegakervið. Endurgjaldið skal enntá vera skattafrítt, tí tað tryggjar ásetingin í § 11a.

Í ringasta føri kann henda avtala ávirka møguleikarnar hjá Løgtinginum at gera broytingar, tí við hesum kann landskassa endurgjald fylgja við.

Hetta er fullkomiliga burturvið, og er nakað, ið Løgtingið hvørki má ella skal góðtaka.

Hartil skal landsstýrið eisini veita endurgjald til privata felagið um framdar verða “ítøkiligar vekætlanir, ið eru í kapping við tunnilin”. Hetta ger bara støðuna enn verri.

Standi spyrjandi. Hvussu kann nakar leggja eitt tílíkt uppskot fyri Løgtingið ?

Skattlig undantøk til privata felagið
Men tað eru ikki bert 2 ásetingar – men heili 3 ásetingar í lógini – ið áleggja landsstýrinum endurgjaldsskyldu um farmtíðar lóggáva verður broytt. Tí í uppskotinum leggur landsstýrismaðurin upp til serstakar ásetingar, fyri at gera verkætlanina skattliga so áhugaverda sum møguligt fyri privata felagið.

 Í §10 verður ásett, at:

1.     Felagið fær tryggjað fast avskrivingarprosent samsvarandi lóg pr. 25. juni 2013.

2.     Samskatting verður loyvd, so felagið til fullnar kann gagnnýta undirskot í einum felagi til at sleppa undan skatti í øðrum feløgum.

3.     Um lógin um skattligar avskrivingar verður broytt, so skal tann, ið hevur fingið einkarrættin haldast skaðaleysur. Tvs. so koma framtíðar lógarbroytingar á hesum øki ikki at galda fyri privata felagið ella má landið rinda endurgjald til felagið fyri broyttu lóggávuna.

Hvussu stórt kann hetta endurgjaldið frá landi til privata felagið gerast ? Tað veit ongin, tí vit kunnu ikki vita, hvørjar skattligar broytingar verður gjørdar í framtíðini.

Í ringasta føri kann eisini henda avtala ávirka møguleikarnar hjá Løgtinginum at gera broytingar, tí við hesum kann landskassa endurgjald fylgja við.

Hetta er fullkomiliga burturvið, og er nakað, ið Løgtingið hvørki má ella skal góðtaka.

Atknýttar verkætlanir – hvat skal gerast og hvør rindar ?
Stórar vegaverkætlanir skulu hartil gerast báðu megin undirsjóvartunnilin inn í Eysturoynna. Tøl millum 200 og 500 mió. kr. hava verið nevnd. Hetta átti sjálvandi at verið partur av samlaðu verkætlanini at gera Eysturoyartunnilin, men velur landsstýrismaðurin at halda hetta uttanfyri. Harvið skal landskassin rinda fyri hesar atknýttu verkætlanir afturat, men onki er upplýst um hetta og útreiðslurnar til hetta. Hví ? Enn ein stór útreiðsla og óvissa við hesum uppskoti landsstýrisins.

Brot á grundleggjandi rættindi hjá kommununum
Enn ein óskiljandi áseting í lógaruppskotinum er í §15b har ásett verður:

“Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta, at hann hevur tær heimildir, sum kommunurnar hava til at veita myndugleikagóðkenning viðvíkjandi tunnilsverkætlanini ...”

Hetta er sjálvandi als ikki í lagi. Hvat hugsar landsstýrið fyri sær, at taka hesa grundleggjandi heimild frá kommununum ? Um landsstýrið fremur hetta í hesum máli, hvat verður so tað næsta ?

Brot á grundleggjandi innlitsrætt
Og hildið verður áfram. Fyri fullkomiliga at leggja lok á møguleikan at fáa innlit í sáttmálan, ið landsstýrismaðurin vil leggja fyri Løgtingið, verður grunnleggjandi rætturin til at fáa innlit sambært fyrisitingarlógini settur í undantaksstøðu í hesum máli. Í § 15 a, verður ásett:

“Fram til 6 mánaðir aftaná, at tunnilin er tikin í nýtslu er avtalan um einkarætt ikki fevnd av løgtingslóg um innlit í fyrisitingina”.

Hetta er heldur als ikki í lagi. Tað er ikki til stuttleikar at vit hava eina fyrisitingarlóg, ið m.a. tryggjar almenninginum innlit. Hvat hevur landsstýrið at dylja ? Um talan er um ein samfelagsgagnligan sáttmála, hví skal alt fyriganga í tí dulda ?

Størsta verkætlan í Føroya søgu – hildin loynilig
Sáttmálin er loyniligur, tað einasta, ið Løgtingið fær at vita er, so sum ásett verður í lógini:

“§2, stk. 4. Einkarrætturin verður latin sambært treytum, sum verða ásettar í sáttmála millum landsstýrismannin og tann, sum fær einkarrættin”.

Hetta kann Løgtingið ikki góðtaka. Tí vit kenna jú ikki treytirnar í sáttmálanum.

Eisini hevur øll tilgongdin í samband við málið verið loynilig. Verkætlanin er hartil heldur ikki boðin alment út. Hví ?

Heldur hevur landsstýrið valt eitt danskt advokatfelag, at standa fyri eini fundarrøð við serliga danskar íleggjara og donsk pensjónsfeløg. Samgongan hevur givið landsstýrismanninum heilar 12 mió. kr. til at lata víðari til hetta danska felagið yvir 2 ár. 12 mió. kr. !

Ljóðar fullkomiliga órímiligt. Hvønn leiklut hevur Innlendismálaráðið sjálvt ? Hvør hevur tryggja eina loysn, ið er best fyri føroyska samfelagið ?

Eisini hevur verið at frætt, at privata felagið skal hava eitt árligt avkast á 9,8% av íløguni í Eysturoyartunnilin, og at felagið kann fáa einkarrætt heilt upp í 50 ár. Men onki skrivligt tilfar er at finna um hetta í Løgtinginum ella málinum. Hví skal hetta haldast loyniligt ?

Talan er um ovurstórar upphæddir. Eitt avkast á 9,8% av 1 mia. kr. svarar til 98 mió. kr. árliga í avkasti. Um hetta skal vera yvir 30 ella 50 ár, so er talan um milliarda upphædd, ið føroyingar koma at senda av landinum.

Brot á lóg um ábyrgd landsstýrismanna
Omaná alt hetta, so hevur landsstýrismaðurin afturhildið týðandi upplýsingum fyri Løgtinginum í málinum um Eysturoyartunnilin. Hetta hendið, tá landsstýrismaðurin ikki lat Løgtinginum týðandi útrokningar frá Landsverki, ið upplýsti málið tá umræður kostnað av privatari verkætlan í mun til almennari verkætlan. Grundgevingin fyri hesum hevur verið, at landsstýrismaðurin metir ikki, at Landsverk hevur neyðugu førleikarnar, og at hann ikki trýr uppá tølini. Løgmaður er samdur við honum.

Hetta kann ikki góðtakast undir nøkrum umstøðum.

Hvørki at upplýsingar verða afturhildar – og heldur ikki at týðandi landsstovnar verða undirgrivnir av landsstýrinum og løgmanni.

Eitt misálit á landsstýrimannin hevði verið mest sjálvsagda átakið í hesum døgum, men nú løgmaður hevur blástemplað framferð landsstýrismansins og samgongan somuleiðis, er onki endamál við hesum.

Gerið nú eina heildar samferðsluætlan!
Annars átti landsstýrið sjálvandi eisini fingið til vega eina heildarætlan og ein burðardyggan fíggingarmyndul til framtíðar viðlíkahald og menning av samferðslukervinum.

Vit hava samferðsluinntøkur frá avgjøldum av brennievni, vektgjaldi, ferðaseðlum og bummgjaldi. Samstundis hava vit samferðsluútreiðslur til viðlíkahald, rakstur og menning av vegum, tunlum, skipum og tyrlum.

Neyðugt er at endurskoða inntøkusíðuna, soleiðis at vit fáa ein nýggjan og meira samhaldsfastan fíggingarmáta. Fleiri møguleikar eru. Eitt nú kundu allir bilar fingið kubba og rindað varð ein lutfalsliga lítil upphædd – t.d. 5, 10, 15 kr. (alt eftir longd á ferðini) – at koyra gjøgnum allar tunlar, undirsjóvartunlar, um brýr og umboð á skipum. Síðan kundi avrokning verið skipað t.d. mánaðarliga, og so sjálvvirkandi og einfalt umsitingarliga sum møguligt. Á henda hátt vórðu vit øll í størri mun við til at fíggja framtíðar samferðslu viðlíkahald og menning í mun til nýtslu, vegslit og dálkandi útlát.
Allir undirsjóvartunlar landsins skuldu sjálvandi vera partar av hesum, men hetta letur seg ikki gera, um landið letur privatum felagið einkarrætt í 50 ár til Eysturoyartunnilin.

Tunlar aleina byggja ikki land
Eitt er víst, at uttan mun til hvussu nógvar undirsjóvartunlar vit gera afturat, so verða tað ikki hesir, ið einsamallir skapa fólkavøkstur. Eitt gott dømi um hetta er, at hóast Norðoyggjar hava havt gott vegasamband til høvuðsstað og til restina av fastlandinum í Føroyum, so hevur fólkaminking verið í Norðoyggjum seinastu árini.

Støðugar og víðskygdar íløgur í útbúgving, almanna- og heilsuverk og okkara mál, mentan og sjálvbjargni eru alneyðugar, um fólkaminking skal vendast til fólkavøkstur.

Men nú eru tunlar á dagsskránni, og er tað mín vón, at politiska skipanin vísir evni og dugnasemi nokk til, at finna saman um eina loysn, har framtíðar undirsjóvarútbyggingar verða partar av almennari heildarætlan fyri langtíðarútbygging av samfelagnum.

Samstundis sum vit megna at skipa og tillaga okkara vælferðarsamfelag samsvarandi nýggju samferðslumøguleikunum soleiðis, at vit fáa sum mest og best tænastu á øllum økjum.

Tað skylda vit øllum føroyingum og eftirkomarum okkara, ið vit hava landið til láns frá.

Á Løgtingi, 6. august 2013

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi