Í dag, 26. mars, verður Kristina Jespersen í Hvalba 85 ár. Foreldrini vóru Mikkalina og Niels Pauli Norðberg. Hon er elst av 11 systkjum, har eftir á lívi eru Archibald, Evald, Dánjal, Jacob og tvíburarnir Kári og Róald. Tey fýra, sum farin eru, eru Niman, Karin Jens og Óli. Sum ung arbeiddi Kristina í fiski í Vági, og hon tænti eisini eitt skifti hjá bóndahjúnunum í Kirkjubø. Í 1946 giftist hon við Høgna Jespersen, sum eisini var úr Hvalba. Saman høvdu tey handil, til Høgni doyði í 1986, 68 ára gamal. Kristina átti fimm børn, tvær døtur eru í Havn og einsonur í Hvalba. Hini bæði eru deyð. Í dag, føðingardagin, verður Kristina at hitta heima frá klokkan 11 ? 16.