Tá veljarar í Danmark 24. mars fara at greiða atkvøðu til komandi fólkatingsval, verða Kristindemokratarnir ikki á listanum.
Fyri fyrstu ferð í 56 ár stilla Kristindemokratarnir ikki upp til fólkatingsvalið, tí flokkurin hevur ikki fingið nóg nógvar veljaraundirskriftir.
Fyri at kunna stilla upp til valið krevjast 20.195 góðkendar veljaraundirskriftir. Men tá Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, útskrivaði fólkatingsvalið í dag, vóru bara 1.274 veljaraundirskriftir hjá Kristindemokratunum.










