Kristindómur ger fólk hjartkipt

Onkrar atfinningar av Bergur Rønne Moberg

 

Kristin gudfrøði, um ein hugsar próvgrundað, snýr seg um tankar um ósjónligar gudar. Ongar av verunum ella støðunum í átrúnaðum sum heild kunnu staðfestast vísindaliga, so tú hevur í grundini bert rúgvuvís av ymiskum bókmentum skrivaðar av menniskjum, sum onki samband, no correlation ella keine verknüpfungspunkt, hava við veruleikan. Tað sigst so, at vit hava nakrar ”kreativar” dygdir, sum hini djórini ikki fingu, og so er øll tann gudfrøðiliga fløkjasliga hugmyndasøgan longu loyst. Tað sigst, at vit í mun til onnur djór eru Homo sapiens, t.e. ”vís” menniskjur, men sjimpansur framdu eingi átrúnaðarlig kríggj, sprongdu seg ikki í luftina vegna onkra opinbering, brendu ikki einkjur livandi saman við deyða apumanninum, framdu ikki hópmorð vegna læruna um ”vatn á høvdið ella ikki”, ella myrdu ikki øll, ið settu spurnartekn við eina flúgvandi sombi. Nei í veruleikanum var lívið mest sannlíkt gudleyst í eini 4 milliardir ár á jørðini, so tá var ongin ófriður av tílíkum. Ja, øll djórini livdu her í fleiri milliónir ár uttan nakra gudfrøði, og tey liva væl enn. Hetta, sum eg sigi, er altso eitt sindur ávirkað av bókini The Creative Spark hjá Agustin Fuentes, ið annars heldur ikki fann so mong ítøkilig prógv um, at Homo sapiens ”altíð” høvdu verið so átrúnaðarlig. Nei, hann skrivaði, at sera fá prógv funnust um hetta í 75% av fyrstu tíðini, men so vaksandi prógv í 25% av tí seinastu (s. 207).   

 

Tað er tí ein myta, at lívinum ella okkum nýtist tílíkt fyri, at yvirliva, sum Bergur Rønne Moberg skrivaði í eini grein (Dimma, 29 jan. 2021). Tað er soleiðis eitt sindur ivasamt, um ein kann tosa um hetta sum nakað ”natúrligt” soleiðis yvirorðnað, men annars er tað eisini í grundini soleiðis, at vit alla tíðini siga, at mong brek finnast í náttúruni. Tað, at okkurt kanska varð natúrligt, merkir ikki neyðturviliga, at tað var gott. T.d. eru læknavísindi eitt dømi um, hvussu heilt ófatiliga nógv ikki er so gott í náttúruni, so tað átrúnaðarliga instinktið, ið Bergur Rønne Moberg skrivaði um, kann fatast á sama hátt sum eitt brek, sum tey vísindaligu háttaløgini lekja okkum fyri. Summi hava kallað tey fyri ein BS-detector (Creative Spark, s. 291). Lat okkum eisini tosa eitt sindur um hetta við, at ”mong fólk eru kristin”. Fortelur tað okkum altíð nakað um, hvussu álítandi tað er, sum mong trúgva? Lesa øll religiónsvísindi ella  gudfrøði? Valla. Í Føroyum trúgva kanska uml. 70%, at Bíblian er Guðs orð, so óivað ”vita” tey ikki, hvussu ivasamt alt tað er. Kristin og muslimar fáa mong børn og uppala tey í síni trúgv. Ein kanning segði, at átrúnaðurin fór at vaksa meir enn tortrúgv komandi árini, og høvuðsorsøkin var, at tey tortrúgvandi fáa færri børn! Hetta við, at fólk trútta bíbiltrúgv í børn, áðrenn heilin er mentur, nevndi Charles Darwin eisini í síni sjálvævisøgu sum eina møguliga forkláring.

 

Hesir átrúnaðirnir eru missionerandi. Summi lond hava statsátrúnaðir, sum heilavaska sínar íbúgvar m.a. í fjølmiðlunum. Onkur lond sum Føroyar hava m.a. blasfemilógir og halgidagslógir frá einaveldistíðini, ið enn hótta mistonkjarar við deyðadómum ella fongsulsrevsing, um tey hugsa religiónskritiskt um tílíkt. Hetta við, at nógv er játtandi kristilig uppaling, at tað finnast sensurlógir, og at summi fáa framíhjárættindi kann fatast sum fløskuhálsar, sum darva kritiska upplýsing. Tí eru óivað ”mong” kristin. Í greinini skrivaði Bergur Rønne Moberg eisini m.a., at hann ikki legði dentin á søguligt-kritisku tilgongdina til kristindóm og bíbliusøgur (s. 29), at religión snúði seg um nakað, sum skynsemið ikki kann forklára (s. 29), um váttan og játtan (s. 29), og at religiøst-mytiskar og við teimum transcendentalar hugmyndir høvdu stóran týdning (s. 33).

 

Hetta saman við tí, at greinin skrivar jaliga um mótsekularisering, haldi eg er eitt sindur ørkymlandi. Hann skrivaði eisini, at ongir religiónserstatningar funnust, men tað finnast sekulerir humanistiskir stovnar, ið hava jarðarferðir, brúdleyp og onkra sosiala samveru. Hesi fólkini megna ikki at lurta eftir tvætlinum í kirkjum og samkomum og hava tí skapt religiónserstatningar. Altso eg haldi, at tað eisini er ein myta, at átrúnaðurin ikki kann útskiftast við tílíkt. Hann skrivar eisini, at kristindómurin snúði seg nógv um líðing og veikleika, fyrigeving o.a. At tílík orð í kristindóminum kanska kunnu brúkast í dag, men høvdu nøkur av teimum orðunum ein skynsaman týdning? Viðvíkjandi mongum orðum í NT skrivaði ein Edmund Cohen í bókini: The Mind of the Bible-Believer, at mong av teimum tóktust sum ”logicide” t.e. tey høvdu ongan skynsaman týdning, og har eri eg samdur. T.d. hvønn týdning hevði orðið sannleiki? Ymiskar, men tað snúði seg m.a. um ta sonnu bíbiltulkingina, hetta var fakta og ikki tílíkt, ið vit vildu nevnt fakta, altso vísindaligar kanningar og søgukritisk gransking o.a. Hvussu við orðinum kærleiki? Eisini ymiskt, men er tað kærleiki at krevja blint lýdni og at hótta limir við helviti, um tey ikki eru lýðin? Var tað ein skynsom lýsing av líðing og veikleika at siga, at tá revsaði Guð fólk fyri teirra syndir, sum vit bæði lesa um í NT, og sum tey yvirtóku frá profetunum í hebreisku Bíbliuni (t.d. Jes. 53)? Ein Bart Ehrman hevur altso skrivað eina heila bók um hendan trupulleikan í Gods Problem – How the Bible Fails to Answer Our Most Important Question – Why We Suffer. Har kallaði hann hetta fyri ta ”klassisku forkláringina” upp á líðing, tí hon finnist hjá teimum flestu profetunum í hebreisku Bíbliuni. Revsaði Guð jødarnar undir seinra heimsbardaga fyri synd? Er tílíkt dømi um skynsamar forkláringar upp á líðing? Hvussu veit ein, um Guð revsar fólk? Hetta kann jú heldur ikki kannast.

 

Annars munnu summi óivað ørkymlast eitt sindur, tá ið ein so lærdur maður sum Bergur Rønne skrivar eina grein um ”mótsekularisering” júst í hesum landinum, her trupulleikin sambært serfrøðingum hevur verið, at vit ikki eru líka sekulariserað sum londini kring okkum. F. Nietzsche skrivaði í triðju bók í Die fröhliche Wissenschaft í fyrsta brotinum í 1882, at hóast Guð var deyður, so fóru tað at finnast holur við hansara skugga í nøkur áratúsund. Hví tað? Jú, tí at summi ikki ”vistu” tað enn. Ja, óivað snýr hetta seg nógv um upplýsing og vitan.

 

Hvønn týdning átrúnaðarlig fjøltáttan og undur- og hetjusøgur hava

 

Kristin siga javnan, at bert kristindómurin er sannur, ella at bert hann snýr seg um kærleika. Hetta merkir, at mong kristin hugsa sera úrveljandi um átrúnaðin. Kristindómurin er jú bert ein gudalæra av mongum, t.d. funnust/finnast sumeriska, egyptiska, grikska, norðurlendska, indiska, jødiska og muslimska eisini. Ein Peter Berger segði um hetta einaferð, at: ”pluralism (fjøltáttan) plunges religion into a crisis of credibility”, ja í veruleikanum er átrúnaður sera fjølbroyttur og mótstríðandi. Yvirorðnað fortelur hetta okkum, at tað er sera ósannlíkt, at gudar komu við øllum hesum gudalærunum. Eitt áhugavert er eisini, at tá ið ein hevur lisið hetju- og undursøgurnar í Nýggja Testamenti, so finnur fram til, at allar gudalærur høvdu/hava hetju- og undursøgur t.d. finst rúgvuvís av øðrum søgum um sombiar, vampyrar ella fólk sum onkursvegna vórðu livandi aftaná deyðan. So aftur her hava kristin hugsað úrveljandi. Tey hava lært seg onkursvegna at skúgva allar aðrar undur- og hetjusøgur til viks, so at teirra tykjast serstakar.

 

Støðan hjá kristindóminum er so eisini tann sami, sum tá ið ein hevur hugt at filmunum Gods of Egypt (um egyptisku gudalæruna), Exodus: Gods and Kings (um jødisku), Thor (um norðurlendsku) ella Clash of the Titans (um griksku) men so hyggur út ígjøgnum vindeyga aftaná. Onki í kristindóminum kann heldur staðfestast úti í veruliga heiminum, men onkursvegna hava tey eisini lært at skúgva tann trupuleikan til viks.

 

NT er eisini dømi um, hvussu úrveljandi kristin hugsaðu, tí hóast tað funnust mong onnur kristin rit, so komu tey ikki í kanon. Um fólk læna ella keypa bókina Lost Scriptures – Books that Did Not Make It into the New Testament av Bart Ehrman, so síggja tey rúgvuvís av kristnum ritum, ið ikki komu í kanon. Hesi kristnu skrivaðu eisini hetjusøgur um Jesus t.d. í Pæturs Evangelium. Hermenn sóu, at tríggir menn komu úr Jesu grøv. Høvdini á tveimum rukku heilt upp til skýggini, men tað hjá tí eina, yvir skíggini. Síðani kom ein rødd úr skíggjunum, sum setti spurningin: hevur tú prædikað fyri teimum sovandi? Krossurin svaraði: ja! Altso ein tosandi krossur, sum kom úr grøvini! Eitt annað dømi er koptiska Pæturs Opinbering. Tá ið Jesus varð krossfestur, sá Pætur ein flennandi mann yvir krossinum. Hann flenti at teimum, ið trúðu, at teir nú kundu krossfesta Jesus. Nei, hann kundi ongin krossfesta, tí hann var ein andi! Bæði hesi ritini hava følsk nøvn, tí Pætur skrivaði onki av hesum, og kannarar meina, at fleiri av ritunum í NT eisini hava følsk nøvn, ein heilt annar trupulleiki, sum Ehrman eisini skrivar um í bókini Forged.  

 

Men hetta er altso dømi um hetjusøgur, ið ikki komu í kanon. So tá ið ein fer til Nýggja Testamenti hugsar ein onkursvegna eisini, at nú fari eg at lesa okkurt úrveljandi, sum kristin pilkaðu út úr heildini. Kristindómurin varð altso statsátrúnaður, og strangar sensurlógir og helvitishóttanir gjørdu tað næstan ógjørligt at koma við bíbilkritiskum atfinningum alla kirkjusøguna heilt fram til upplýsingarøldina. Í NT sær ein hóast hesa úrveljingina, at tey gjørdu onkrar feilir, sum fólk altso ikki vórðu varug við, fyrr enn tey kundu viðgera Bíbliuna søgukritiskt. Áðrenn tað hevði ein kanska mist tunguna ella høvdið, um ein segði tílíkt. Summi siga so: Jamen, reformatorarnir vóru kritiskir. Men nei. Teir, á sama hátt sum tey fyrstu kristnu, kríggjaðust bert um bíbiltulkingar. Teir vóru sum so allir bíbiltrúgvandi. Ein sum John Calvin, ein hetja í brøðrasamkomuni, hugdi at, meðan ein Michael Servetus varð brendur á báli fyri ikki at trúgva á tríeindina. Men t.d. er ein stór avbjóðing í Matt. 27,51f. Har sýnist maðurin at hava lagt eina søgu um sombiar, ið gingu í Jerusalem, aftrat Markusi (Mk. 15,38f.) sum hann endurgevur frammanundan. Í Markusevangelium finnist ongin burðarsøga, og hann er mest sannlíkt elstur av evangelistunum, í yngru Lk. og Matt., ið brúktu og høvdu lisið Markus, koma tvær mótstríðandi burðarsøgur, í uppaftur yngra Jóhannusevangelium er ein heilt øðrvísi lýsing av Jesu uppruna.

 

Annars sigur eitt orðatak: the devil is in the details. Lk. endaði ættartalvu Jesu, við at sipa til Ádam sonar Guðs (kap. 3). Paulus grundgav fyri Jesu uppreisn sigandi: “men er Kristus ikki risin upp, tá er trúgv tykkara til einkis, tá eru tit enn í syndum tykkara, og tá eru eisini tey glatað, sum sovnað eru burtur í Kristi.” (1 Kor 15,17-18). Sambært Paulusi var tað soleiðis, at um fólk ikki trúðu á Jesu uppreisn, so var “adamska” støðan enn galdandi t.e. so vóru tey ikki frelst frá syndafallinum (Rom 5,12f.). Her er altso talan um ein Ádam sum doyði tá ið hann varð 930 ára gamal (mytiskur aldur), tað fyrsta menniskja sum Guð skapti fyri 6000 árum síðani (sum er skeivt) sambært bíbilsku tíðarrøðini.

 

Paulus skrivaði eisini at: “Kristus doyði fyri syndir okkara samsvarandi við skriftirnar, og at hann varð grivin, og at hann stóð up triðja dagin samsvarandi skriftirnar,” (1 Kor. 15). Bakrundin fyri hesum er m.a. Jes. 53 ið snýr seg um ein tænara harrans sum revsast fyri synd og so onkursvegna frelsti fólk. Hetta varð skrivað uml. 600 ár áðrenn Paulus skrivaði 1 Kor. Kritiskir kannarar eru nokk so samd um, at tænari harrans í hesum kapitlinum var jødafólkið. Søguligi samanhangurin var tann, at tey høvdu verið í útlegd í Bábel og upplivað nógva líðing. Hetta var søguligi samanhangurin men eitt annað sum er týdningarmikið er, hvussu teir flestu av profetunum forkláraðu líðing sum revsing fyri synd og at revsingin kundi frelsa. Paulus og onnur trúðu, at Jes. 53 sipaði til ein krossfestan salvaðan kong (Messias) ið nevndist Jesus sum kom uml. 600 ár aftaná. Hetta er altso ikki so “eyðsýnt”. Í kapitlinum stendur onki um nakran salvaðan kong sum Dávid ið skuldi krossfestast men tey fyrstu kristnu tulkaðu Jes. 53 soleiðis. Jesus skuldi eisini rísa upp triðja dagin sambært skriftunum sum tað stóð í Hósea 6,2 men trupuleikin er hin sami: hesin profeturin skrivaði altso í 8. øld f.o.t., altso nú uml. 700 ár áðrenn Paulus skrivaði 1 Kor. Í tí versinum snýr tað seg ikki um nakra likamliga uppreisn av einum einstaklingi men um eina lýsing av hvussu Guð skuldi reisa (støðan skuldi nú batna) jødafólkið aftur í 8. øld f.o.t. Eitt annað ið ein lesur um í NT eru sonevndar uppreisnir. Hví trúðu farisearar og kristin á tílíkt? Jú, m.a. vegna okkurt í Dánjalsbók. Hann hevði væntað uppreisnir til frelsu og dóms í 160-unum f.o.t. (Dán. 12) í stríðnum ímóti Antiokusi (makkabeiski uppreisturin) men har komu ongar uppreisnir. Eg vildi so sagt, at Dánjal segði ósatt men ikki farisearar og kristin. Tey hildu áfram við at vænta uppreisnir vegna blint álit á profetar.

 

Krossfestingina, ið annars var ein deyðadómur sum vit kenna teir í Japan, Iran ella USA,  forkláraðu summi fólk fyri 2000 árum síðani eisini sum eitt syndaoffur út frá offurkultini t.d. skrivaði Jóhannus, at Jesus var eitt páskalamb sum varð ofrað fyri heimsins synd (Joh. 1,29). Aftaná skuldu kristin so eisini drekka blóðið hjá ”lambinum” og eta ”lambið” (sum í offurkultini) fyri at kunna frelsast t.e. ímynda sær, at tey vóru mannaátarar (Joh. 6,53). Í Hebr. 10,10 stendur: ”Og í hesum vilja eru vit halgaðir við ofring av likami Jesu Krists eina ferð fyri allar.” Í hebraisku Bíbliuni eru dømi um, at gudurin sendi syndaflóðir ella, at hann brendi onkra bygd ella, at hann tveitti Ádam og Evu úr Eden fyri sínar syndir men, við at ofra meginpartin av djóraheiminum, børn (Í Kartago) ella rúgvuvís av menniskjum (sum astekarnir) meintu fólk, at ein kundi fyribyrgja vreiði gudanna.

 

Meiningin við øllum hesum er at siga, at tá ið ein kannar tílíkar smálutir, so oftast finnur skeivar kristnar bíbiltulkingar hjá profetum ið eisini forkláraðu tilveruna skeivt, at tey trúðu á ósannar mytur og forkláraðu hendingar út frá eini sera óskynsamari offurkult har gudar kravdu offur fyri synd og, at tey høvdu eina trídeilda ikki so eyðsýnda heimsfatan við einum himmali yvir teimum, jørðin undir honum og so eitt helviti undir henni onkustaðni. Eg sigi meir um trupulleikan við himmalinum í nr. 3 og eitt sindur viðvíkjandi helviti í nr. 5. Í bókini Jesus Kristus og Mytologien (1976), sum er ein donsk týðing av eini bók av týska granskaranum Rudolf Bultmann segði hann beint fram, at tann trídeilingin var mytologisk.

 

Almáttugar og alvitandi verur, sum, um tær eru til, bera seg at sum brotsmenn

 

Nú ið vit í nr. 1 tosaðu um, hvønn løgnan týdning orðið kærleiki í hvussu er eisini hevur í NT, so hevur orðið onki samband við veruleikan uttanfyri, tí tað tykist, sum at Jesus, Guð og einglar hava sitið onkustaðni beint yvir okkum og spælt ping-pong í 2000 ár viðvíkjandi at hjálpa neyðstøddum. T.d. hjálptu teir ikki øllum teimum, sum doyðu av stóru farsóttini undir Justinian keisaranum frá 6. øld og fram, og rúgvuvís av øðrum farsóttum kom. Bert hetta við farsóttum snýr seg altso um fleiri 100 milliónir fólk, sum doyðu vegna tað, at onki koppingarevni var ímóti virusi ella penisillin ímóti bakterium, sum ”vit” sjálvi uppfunnu.

 

Kristin hava annars eina løgna læru um Jesu likamligu uppreisn, sum snýr seg um, um vit nú halda okkum til tað, at Jesus var ein galileiskur handverkari, eitt menniskja sum øll onnur, at hann kundi fara út í rúmdina uttan nakran rúmdarbúna ella nakað rúmdarfar sum ein annar hyperekstremofilur, ikki heftur at atdráttarmegini, og megnaði so, at vera har í 2000 ár uttan at fáa krabbamein av rúmdargeislingini, sum lofthavið verjir okkum ímóti, og uttan at beinagrindin fekk mein av vektloysinum, og uttan at fáa nakað at eta ella drekka.

 

Soleiðis provgrundað má ein jú siga soleiðis, tí har var jú onki. Rúmdarkappingin ímillum USA og Sovjetsamveldið byrjaði miðskeiðis í 20. øld, so alt hetta við rúmdarførum og rúmdarbúnum var ikki til fyrr enn tá. Vit fingu so nógva vitan um rúmdina í 20. øld, sum vit ikki høvdu frammanundan. Fólk hava óivað sæð filmin Man of Steel við Henry Cavill um Superman. Vit tosa altso um líknandi uppáhald. Paulus trúđi, at hann skuldi møta Jesusi uppi í "luftini" (1 Tess 4,17) beinanvegin, og í Ápostlasøguni kap. 1 stendur, at teir hugdu at einum Jesusi, sum fór flúgvandi "upp" í himmalin. Tá iđ tađ regnađi undir flóđini, læt Guđ lúkur upp og aftur á hválvinum, so hann kann ikki hava verið so langt burtur (1 Mós 7, 11; 8,2).

 

Ein meinar, at prestarnir, sum skrivaðu 1 Mós 1, meintu, at vatn var yvir “hválvinum”, sum var yvir jørðini, so onkuntíð stendur, at: “høgaloft títt tú í havdýpi byggir” (Sál 104,3), so Guð hevði kanska eini flótandi hús í dýpinum yvir hválvinum. Vit lesa so eisini m.a.: “tú fjøllini vatnar frá høgalofti tínum”. (Sál 104,13) Á donskum plagar ein at siga, at hetta er dømi um: en Gud i skyerne Gud. Tá iđ onkur bygdu eitt torn í Bábel, stendur, at Guð hugdi at øllum og síðan “steig oman” og fløkti tungumálini (1 Mós 11). Tað finnast soleiðis mong brot í Bíbliuni, ið siga, at Guð o.a. búðu beint yvir teimum, sum tó er mótprógvað í dag, men óansœđ so er fatanin, at Guđ er alvitandi.

 

Umsorgan er altso at hava samkenslu og at hjálpa. Ein Agustin skrivaði í bókini The Creative Spark, at mong dømi funnust um altruismu í steinøldini, so tað finnast nokk so góðar grundgevingar fyri at siga, at altruisma leingið hevur verið í homo-ættini. Vit síggja hvønn dag dømi um hetta eisini. Mong menniskjur hjálpa øðrum í heiminum og ymiskir stovnar, t.d. WHO, UNICEF ella WFP. Tað er ikki soleiðis, at øll menniskjur bert eru fullkomuliga líkasæl, nakað sum vit tó tíverri kunnu siga um tær kristnu verurnar. Altso tað eru vit, sum hjálpa øðrum í heiminum og ikki hesar verurnar.

 

So hvønn dag síggja vit, at hesar verurnar ikki geva svongum mat ella tystum vatn, at tær lata 150.000 fólk doyggja um dagin av ymiskum, uml. 50.000 av hjartasjúkum, uml. 26.000 av krabbamein, uml. 500 av rúsdrekka, uml. 3.500 av bilvanlukkum, uml. 1.700 av malaria, uml. 15.000 børn hvønn dag undir 5 ár, 1 barn hvørt 10 sekund av svongd, náttúruvanlukkum, o.s.fr. Verurnar hjálptu heldur ikki nýføđingum, sum nasistarnir tveittu upp í lastbilar saman viđ líkum og so koyrdu í eldgrøvir "livandi", hjálptu ikki børnunum, sum í Kartago vóru brend livandi til gudin Molok, hugdi bert at, tá iđ kristin undir Nero keisara í 60-unum vórðu brúkt sum brennandi lyktapelar ella vórðu skrœdd sundur av villum hundum, hjálptu ikki teimum kristnu í Armenia, sum ottomanar beindu fyri, o.s.fr. Hetta má ein siga út frá lýsingini av, hvat ið altruisma er, altso umsorgan. Vit tosa altso samanberandi um eina trúgv á Superman ella Hulk, sum megna ”alt”.   

 

Hetta við, at kristnu verurnar vita alt, kann lýsast við onkrum modernaðum dømum eisini, m.a. søguni um Big Brother hjá Orwell, iđ eitur Nineteen Eighty-Four. Hesin Big Brother og ein flokkur høvdu sett sjónvarpsskíggjar upp allastađni í Oceania og høvdu strangt eftirlit viđ øllum íbúgvunum. Har lósu fólkini á skeltum: Big Brother is watching you! Vit skelkast annars, tá ið vit lesa um, hvussu strangt eftirlit Kina hevur við sínum íbúgvum, men ímynda tœr, at sjónfílutól vóru allastađni, eisini "privat"? Alt tað vita hesar verurnar eisini. Altso, tá iđ tú vaskar tœr og ert nakin, er fatanin, at lúrarin Jesus (sum í rœđufilminum The Invisible Man viđ m.a.  Elisabeth Moss) stendur í rúminum og tá iđ tú fert út okkurt ørindi, er stalkarin Jesus í hølunum á tœr. Hann hevur enntá strangt eftirlit viđ sinninum á tœr sambœrt NT, hevur kanska ósjónligar elektrodur á tí.

 

Sostatt er tað púra eyðsýnt, at hesar verurnar, um tær altso eru til, eisini vita um alla líðingina á jørðini, tí tær hava jú so strangt eftirlit við øllum, ja nógv strangari eftirlit enn Kina. Í juni 2021 varđ ein nasistur dømdur fyri at hava hugt at rœđuleikum uttan at hjálpa í eini týningarlegu frá einum torni, har hann skuldi hava umsjón undir seinra heimsbardaga. Hann varð dømdur fyri, at hann onki gjørdi. Um ein sá ein í havsneyđ ella eina bilvanlukku og onki gjørdi, so hevđi viđkomandi eisini fingiđ dóm fyri brotsverk. Ein Big Brother við eginleikum sum Superman, ið sær alla líðingina hjá íbúgvunum í Oceania, velur altso tilvitað ikki at hava umsorgan fyri teimum, altso er hann ein brotsmaður, um hann er til.  

 

Veikleikar við góðtrúgv sum grundhugsan

 

Ein Gaunilo fanst at Anselm í miđøldini fyri at trúgva, at ein kundi fara frá tonkum um Guđ og til veruleika. Altso hóast tú kundi ímynda tœr onkra vakra oyggj onkustađni, so kundi ein ikki rœttiliga siga, at hon var til í veruleikanum. Nei, ein má so eisini "vísa" á ítøkilig prógv um hetta. Tađ er hetta, vit nevna empirismu, t.e. at kanna sjónliga heimin viđ at nýta eyguni, sjónfílutól, superkikarar, kryoelektronmikroskop, google earth, fylgisveinar og rúmdarkanningarfør. Mong hava annars nevnt, at tær kristnu verurnar og støðini ikki kunnu staðfestast, t.d. Carl Sagan í kapitlinum "The Dragon in My Garage" í bókini The Demon-Haunted World og Bertrand Russell í greinini: "Is there a God?". Tađ er nokk so almenn fatan, so hetta tykist at snúgva seg um púra ósjónligar verur og støð. Eg haldi ikki, at mong skilja, hvussu veik hesi uppáhaldini eru. So orðað øðrvísi: nøkur ósjónlig trøll ella huldufólk ella vættrar hava ikki umsorgan fyri okkum. Bert tað, at hetta ikki kann kannast, vigast og málast, er jú ein risastór avbjóðing, tí so er ógjørligt at vita, hvussu verurnar síggja út, ella hvussu tær hugsa, ella um tær yvirhøvur eru veruligar, ja veruligar sum ein sjimpansa ella ein fílur.

 

Ein onnur avbjóðing er, at um okkurt ósjónligt er veruligt, hvussu skal ein so skyna á ósjónligum verum og støðum, sum eru til, og óveruligum? Vit siga jú vanliga ikki, at ein ósjónligur bilur er til, ella at eitt ósjónligt skip er til, men bert tað sum kann síggjast. Óansæð so haldi eg, at sera stórar avbjóðingar eru við tí at trúgva, at okkurt ósjónligt er veruligt. Nei, í grundini er tað soleiðis í nógvum øðrum samanhangum, at vit ikki trúgva, at tílíkt er veruligt. T.d. nevnist eitt kryptozoologi. Hetta snýr seg um vitnisburðar um Big Foot ella drekar ella Loch Ness. Orsøkin til, at náttúruvísindafólk ikki trúgva á hesi løgnu djórasløgini, er at tey ikki kunnu staðfestast. Eitt annað dømi. Í rúmdarveruumhvørvinum finnast fleiri túsund vitnisburðar um rúmdarverur, men eingi lærd fólk trúgva á teir, tí øll sonevndu prógvini eru ivasom. Tá ið fólk altso koma við villum uppáhaldum, so er tryggast at spyrja: kunnu tit staðfesta tað? Í síni heild er tað tá ikki jaligt, um tey ikki megna tað, tí so snýr tað seg kanska bert um einstaklingsbundnar upplivingar. Ein má eisini kunnu vátta tað óheft av teimum, so at ein ikki bert grundgevur í ring: eg sigi, at eg sá eina rúmdarveru, og tí eru tær til! Hetta er at gera ein persón til myndugleikan, so um ein persónur segði, at hann hevði sæð ein risastóran ljósareyðan fíl við sjey høvdum, tá ið hann tók ayahuasca, so skuldu vit kanska eisini bert trúð manninum. Vanliga kannar ein eisini, um fólk, ið koma við vitnisburðum í rættinum, eru álítandi, ella tey ákærdu.

 

Ein kritisk mannagongd er ein partur av dómsvaldinum. Tað er jú eyðsýnt, at um ein bert trúði á øll, so hevði ongin verið í fongslunum, tí tey siga jú oftast, at tey eru sakleys. Um kristin fóru at kanna, hvussu álítandi vitnini í NT eru út frá kritiskari bíbilgransking, so høvdu tey lisið, at tey eru óálítandi. Fólkini trúðu jú, at alt møguligt var fakta, sum í veruleikanum var antin fiktión ella óskynsamt, og samstundis er talan um fjepparar og ikki fólk óheft av rørsluni, so ein kann heldur ikki siga, at tey eru gegnig.

 

Keldukritikkur snýr seg um at fáa álítandi vitan, og hesar kritisku mannagongdirnar vísa, at tað er ørbýtt at hava blinda trúgv á okkurt, t.d. Bíbliuna, tí tá tekur ein ikki atlit til hetta við, at øll fólk ikki neyðturviliga eru álítandi, hóast tey siga tað. Eitt dømi um, hvussu ørbýtt tað er, bert at trúgva á fólk eru sonevndu dagbøkurnar hjá Hitler sum ein kom við í 1980-unum. Hann seldi tær fyri uml. 5 milliónir dollarar. Aftaná varð funnið fram til, at maðurin skrivaði tær sjálvur yvir trý ár, altso 60 bøkur! Hann hevði lært seg hondskriftina hjá Hitler og lisið fleiri ævisøgur um hann. Men altso, fólk høvdu enn trúð hesum, um ongin hugsaði kritiskt, eisini á Piltdownmenniskja, sum í 1953 varð staðfest sum ein lygisøga.

 

Leingið trúðu fólk eisini á bíbilsku skapanarsøguna, syndafallið og syndaflóðina, hóast alt hetta er skeivt. Fólk trúðu tí vegna strangar sensurlógir og helvitishóttanir, sum gjørdu, at fólk ikki kundu finnast at Bíbliuni. Hendan støðan broyttist frá upplýsingarøldini og fram, og spakuliga sóu fólk, at alt hetta var fake news. Altso, hvat hugsa fólk annars, tá ið tey lesa, at børn vórðu kynsliga misbrúkt av onkrum, sum foreldur høvdu álit á, at fólk lótu lív vegna tað, at tey høvdu álit á fólkum, ið ætlaðu at beina fyri teimum, álit á fólkum, ið stjólu pening, álit á fólkum, ið lovaðu kvinnum og børnum góð størv og eina góða framtíð fyri pening, men so endaðu tey í skøkjuhúsum? Er hendan mannagongdin sum heild skynsom?

 

Kristindómur ger fólk bebbarædd

 

Spurningurin er so: hvussu skulu vit loysa hendan trupuleikan? Eg las júst nú um øll trøllini í bókini hjá Dr. Jakobsen, Færøske Folkesagn og Æventyr t.d. ”Trødlhedlið í Lítlu Dímun” ella ”Trødlið við Sjógv”, og havi fyrr lisið tað, sum Lucas Debes prestur skrivaði um øll huldufólkini í Føroyum í Reserata frá 17. øld. Hann trúði fult og heilt á fleiri vitnisburðar um huldufólk. Mong vórðu óivað hjartkipt av hesum søgunum, men av órøttum, tí ongar av hesum verunum kunnu staðfestast á skynsaman hátt at vera til. Tey hoyrdu oftani ævintýr og sagnir undir kvøldsetunum um vetrarnar og óttaðust tí tílíkar verur. Mong í Føroyum í dag hoyra hinvegin mest um tær kristnu ósjónligu vreiðu verurnar og óttast tí tær.

 

Fleiri granskarar hava skrivað um “the big and punishing gods”, “um moral policing and punishing gods”, at prædikur um gudar, sum vóru: “powerful, interventionist, and punishing, and who demand comitment” óivað gjørdu, at “the religions” kundu “expand and excert (útinna) control”. Hetta nevndi Agustin Fuentes í bókini The Creative Spark s. 207-213, at onkrir granskarar meintu. Hann fanst at hesum og segði, at tílíkir granskarar gloymdu persónligu upplivingarnar hjá fólkum, og hvat ið ”tey” sjálvi føldu. Sjálvandi er ymiskt, hvat ið ein gevur ans, men í seinastuni havi eg hugsað um tað, at mong fólk ikki tykjast at vita, hvussu sensurerað og kúgað tey í veruleikanum eru av ”moral policing and punishing gods”. Ja, t.d. tosa fólk um frelsu frá “lógini”, men samstundis fara tey til helvitis, um tey ikki trúgva á ta frelsuna (Krd.), kunnu fáa ein deyðadóm ella fongsulsrevsing (Islam) ella kúgast (fyrr steinað út frá Móselógini) í siðbundna jødadóminum, um tey ikki trúgva. Nú ið vit tosa um revsandi gudar, so finst eitt dømi í 2 Krýn 34, tá iđ Hilkia fann lógbókina og bar hana fram fyri Jósia kongs. Tá stendur m.a.:

 

”tá ið kongur hoyrdi orð lógarinnar, tá skræddi hann klæði síni … v21 «Farið og leitið tykkum ráð hjá Harranum fyri meg og fyri teir, sum eftir eru í Ísrael og Júda, viðvíkjandi bókini, sum funnin er; tí at mikil er tann vreiði, sum Harrin hevur úthelt yvir okkum, aftur fyri at fedrar várir hava ikki varðveitt orð Harrans til tess at halda alt tað, sum ritað er í hesi bók.” Ein Høgni av Heiđi nevndi hetta í bókini Prestar og Profetar og segði, at Jósia kanska las 5 Mós 28 iđ er full av forbanningum og hóttanum frá Guđi. Í NT lesa vit í Rómverjabrœvinum eisini, at Paulus trúđi, at øll vóru undir Guđs vreiđi, so hann var líka bebbarœddur sum Jósia kongur fyri hesum trøllinum. Charles Darwin skrivaði eisini í síni sjálvævisøgu, at hebreiska Bíblian snúði seg um ein Guð við hevndarhuga eins og ein tyrannur, og fanst eisini at helvitislæruni.

 

Hetta er eitt brot frá 5 Mós 28: ”Bannaður skalt tú vera í borgini, og bannaður skalt tú vera á bønum. v17 Bannað skal tín tæga vera og deigtrog títt. v18 Bannaður skal ávøkstur kviðar tíns vera og ávøkstur lands tíns, tað, sum við verður sett undan neytum tínum og burðir smala tína. v19 Bannaður skalt tú vera, tá ið tú gongur inn, og bannaður skalt tú vera, tá ið tú gongur út. v20 Hvat tú enn hevst at ella tekst við, so skal Harrin senda banningina og ræðsluna og hóttanina yvir teg, til tú ferst og oyðist í bræði aftur fyri illgerð tína, at tú segði meg burtur. v21Harrin skal lata drepsóttina loða við teg, til hann hevur avoytt teg úr tí landi, sum tú nú fert at ogna tær. v22 Harrin man sláa teg við tæringi, við hitasótt og brunasótt, við hita og turki, við svartaroða, og gulnan, og hetta skal søkja at tær, til tú ert avoyddur. v23Himinin yvir høvdi tínum skal verða sum kopar og jørðin undir fótum tínum sum jarn. v24 Regnið í landi tínum skal Harrin broyta í sand, og dustið skal koma av himni niður yvir teg, til tú ferst”. Alt hetta kann fatast sum dømi um, hvussu prestar royndu at ræða jødar til at halda boðini hjá teimum. Kristin eru eisini so bebbarœdd, so sensurerað av einum ósjónligum Big Brother, at tey ikki tora at hugsa sjálvstøðugt. Jesusrørslan var so eisini ein dómadagsrørsla so ein lesur, hvussu Paulus eisini gjørdi sínar limir hjartkiptar við at siga, at ein dómari skuldi koma aftur beinanvegin m.a. at beina fyri “lógloysinginum” (óivað einum keisara). Hetta skrivaði hann ella onkur paulusfjeppari kanska fyrst í 50-unum (2 Tess 2), og okkurt, sum líkist, stendur í Opinberingini, har Jóhannus væntaði, at ein dómari skuldi koma ríðandi á einum hvítum hesti og beina fyri Rómverjaríkinum í fyrstu øld (sí Opb. Kap. 12; 13; 17 og 19, 11f.). Altso hesi fólkini mugu hava verið sera strongd av hesum (endi eg í helviti ella í himmalinum nú “sera skjótt”?) og so vónsvikin, tá ið onki hendi.

 

Í dag burdu fólk hugsađ um paranoid skisofreni tá iđ tey lesa Bíbliuna: fólk, sum kanska runnu undan fanum, hóast ongin fani var har. Eg sigi ikki, at tey vóru skisofren men at orsøkin til, at tey trúðu, snúđi seg um ótta fyri ósjónligum verum, sum so eisini kann samanberast við óttan fyri trøllum ella huldufólkum (sum heldur ikki vóru til) og paranoid skisofreni. Tađ er sera uggandi at vita, at onki av hesum kann vigast ella málast, at tađ sum vit síggja í summum rœđufilmum, ikki er til, t.d. djevlar, spøkilsir, vampyrar ella sombiar. Í bókini Leaving the Fold av Marlene Winell finst m.a. søgan um eina kvinnu, iđ ongantíđ tordi at hyggja at rœđufilmum saman viđ manninum vegna søgurnar um helviti, iđ hon hoyrdi sum barn. Hon fekk álvarsamar sálarligar kvalir av tí. Heðin Brú skrivađi í sínum endurminningum (Varðin 40), hvussu rœddur hann var sum barn av øllum huldufólkunum og kristnu verunum, iđ vóru allastađni, hóast hann ikki "sá" tœr. Tær vóru uttanfyri, undir og yvir honum og tađ einasta, sum uggađi hann í songini “var tann parturin av roykstovuni, sum glæman frá lampuni ið hekk undir bitanum lýsti á.”

 

 

 

Rógva M. Olsen, sjómaður