Kristindómur ger fólk hjartkipt (framhald I)

Formæli

 

Í novembur í 2021 skrivaði eg eina grein sum nevndist: Kristindómur ger fólk hjartkipt (hon er m.a. á in.fo). Hon kom inn á veikleikar við ósjónligum uppáhaldum, sum gjørdu fólk hjartkipt, við ymiskum í NT, við blindari trúgv og við gudfrøði í heila tikið. Eftir formæli í hesi greinini haldi eg áfram við evninum og sigi eitt sindur um søguligan og løgfrøðiligan sensur. Ein reyður tráður er altso, at fólk í Føroyum eru kristin vegna ymiskan sensur.

 

##med2##

 

Á politifact.com sá eg einaferð eina mynd av filmleikaranum Steven Seagal, sum saman við russiskum hermonnum, stríddist ímóti ukrainarum. Hevði eg bert sæð myndina og ikki kritisku viðmerkingarnar hjá politifact, so hevði eg kanska trúð á myndina. Alt hetta við fake news, falstíðindum, falsvísindi, samansvørjingarástøði og beinleiðis lygnum, er eisini heft at málinum, tí tað er m.a. “keldukritikkur” sum sigur einum, at alt hetta er skeivt. Bíblian sigur so, at ongar kritiskar viðmerkingar eru loyvdar hóast tað er okkara besta vernd ímóti falstíðindum.

 

Áðrenn fyrru greinina hevði eg lisið eina greinarøð eftir Bergur Rønne Moberg sum m.a. segði (Dimma, 29. jan. 2021), at hann ikki legði dentin á søguligt-kritisku tilgongdina til kristindóm og bíbliusøgur (s. 29), at religión snúði seg um nakað, sum skynsemið ikki kann forklára (s. 29), um váttan og játtan (s. 29), og at religiøst-mytiskar og við teimum transcendentalar hugmyndir høvdu stóran týdning (s. 33). Eisini skrivaði hann jaliga um mótsekularisering og fanst at tortrúgvandi fólkum. Eg eri ein av teimum fólkunum og hugsaði tvørturímóti, at ein í hesum sera átrúnaðarliga samfelagnum júst má leggja dentin á søgukritiskar bókmentir, so at skrøggið, sum mong trúgva á, verður avdúkað fyri teimum.

 

Tað er eisini ein trupulleiki, at bíbiljáttandi kristindómur fyllur so nógv í almenna rúminum. Tað er ein trupulleiki, tí tað er ófólkaligt at trútta ein ókritiskt viðgjørdan kristindóm (sensureraðan kristindóm) í fólk ímóti teirra samtykki í almenna rúminum. Nei, ein burdu lagt dentin á spurningin: hví eru so mong bíbiljáttandi kristin ella kristin í heila tikið í Føroyum? Ein forkláring er júst tann sum Bergur ikki legði dent á: tey sensurera allar søgukritiskar bókmentir (sbr. kritiskar viðmerkingar til myndina av Steven Seagal).

 

44 prosent í Eysturoynni og Norðoyggjum (Eg búgvi í Eysturoynni) trúgva, at Bíblian er Guðs fullkomna orð (kvf.fo. 01.03.2018), 54 prosent, at ein himmal og eitt helviti er til  (kvf.fo. 22.02.2018) og 62 prosent, at menningarlæran er ósonn og skapanarlæran óivað sonn (kvf.fo. 12.04.2018). Bert átta gongustjørnur vóru staðfestar í sólskipanini sambært Pól Jespersen (Rúmdin, s. 97-98), og hvørki himmalin ella helviti teljast millum teirra. Skapanarsøgan er ósonn, sum setur eitt nokk so stórt spurnartekn við, at Bíblian er Guðs orð. Tílíkt eru veruligir trupulleikar í bíbilbeltinum, tí mong búgva í eini ævintýrsbløðru sum er brostin í mentaða heiminum.

 

Eg veit ikki, um tú sjálvur/sjálv onkuntíð hevur lagt til merkis, at tað finnast mong brot, sum siga, at teirra heimildir eru Guðs orð, ella at teirra kultleiðari var Guð. Einastaðni í NT stendur skrivað: “v42 Og tann, ið er ein meinbogi fyri einum av hesum smáu, sum trúgva, honum var tað nógv betri, um mylnusteinur hekk um hálsin á honum, og hann varð kastaður í havið.” (Mark. 9,42) Kannarar skriva, at smáu børnini eru ein mynd upp á kristin í hesi samkomuni, so um onkur gjørdu, at tey mistu trúnna, so var betri sambært Jesusi, at tey vórðu druknað soleiðis.[1] Kristin hava eisini kjakast um, hvat synd ímóti heilaga andanum merkir (Mark. 3,28-29).

 

Oftast siga tey so, at munur er á syndum, men at fráfall er tann størsta syndin vísandi til Hebr. 10,26-31. Har stendur m.a.: “hvør mikið revsing ætla tit tá ikki, at tann skal verða hildin verdur at fáa, sum hevur traðkað son Guðs undir fótum og hevur hildið blóð sáttmálans, sum hann varð halgaður í, fyri óreint, og hevur vanvirt anda náðinnar?”. Brotið endar við at siga: “Tað er ræðuligt at falla í hendur hins livandi Guðs” (v. 31). Hetta er kanska eitt dømi um synd ímóti heilaga andanum, sum ikki skal verða fyrigivin. Tá ið ein leggur alt hetta saman, so merkir hetta, at limir í jesusrørsluni m.a. ikki kundu seta spurnartekn við tað, sum tey meintu fór fram undir krossfestingini uttan at enda í helviti, hóast teirra forkláringar út frá bíbilkritikkinum og sunnari fornuft eru sera ivasamar. Alla kirkjusøguna á tamb segði ein, at NT í høvuðsheitum snúði seg um frelsuna frá eini syndafalsmýtu, sum eingi vitandi fólk trúgva á í dag, men tað gjørdu Jesus, Paulus og øll hini í NT. Fólk orða altso trupulleikan á ymsan hátt, t.d. skrivaði ein Harari um ævintýrsbløðruna (Y.N. Harari, 21 Lessons for the 21st Century, s. 233: “mythological bubble”), ið Joachim Wrang týddi til “mytologisk boble” á donskum.

 

 

 

Í donsku týðingini s. 276 (“Post-sandheds-arten”) segði Harari: “at kristne for mange århundreder siden lukkede sig selv inde i en selvforstærkende mytologisk boble, hvor de aldrig turde sætte spørgsmålstegn ved Bibelens faktuelle sandfærdighed, mens millioner af muslimer blindt troede på Koranen. I årtusinder var meget af det, der har været præsenteret som nyheder og kendsgerninger i menneskelige sociale netværk, været historier om mirakler, engle, dæmoner og hekse, hvor frygtløse reportere rapporterede direkte fra underverdenens dybeste huller.”

 

 

 

Søguligur sensurur

 

 

 

Hetta eru so onkur onnur dømi um kristnan sensur í vesturheiminum upp til nútíðina. Legg eisini til merkis, at summi byrjaðu at koma við natúrligum forkláringum upp á heimin, sum ein í dag ger í náttúruvísindunum.  

 

 

 

Vit lesa, at brot hjá heidnum rithøvundum, ið funnust at tí, sum tey kristnu trúðu, bert finnast hjá kristnum trúarverjum, sum funnust at teimum, tí kristnu myndugleikarnir brendu sannlíkt allar hesar bøkurnar.[2] Katólski kristindómurin varð statsátrúnaður í 380 undir Theodosius I, og í kunngerðini vórðu øll onnur nevnd dementes vesanosque (dement og svøk).[3] Tað var annars heldur ikki altíð so lætt hjá jødum at hugsa kritiskt um kristindómin t.d. segði the Visigothic Code frá 642-643 e.o.t. soleiðis: “Um ein jødi lesur hesar bøkurnar ella granskar í lærdómum, sum hava nakran óndan tanka ímóti kristnu trúnni, ella hevur ella fjalir tílíkar bøkur í húsi sínum, hansara høvd skal rakast, og hann skal fáa 100 pískasløg alment.”[4]

 

 

 

Tey kristnu bannaðu nógvar grikskar tankar, sum í dag eru grundarlag í heimspeki og vísindum. Tá ið onkrir muslimskir lærdir í miðøldini aftur funnu fram til hesar natúrligu tankarnar, elvdi tað aftur til átrúnaðarlig rættarmál og banning av bókum.[5] Vit lesa um kritikarar sum Vanini (tungan avskorin, kvaldur og brendur) og Bruno (brendur), ið fingu deyðadómar m.a. fyri sínar ókristnu natúrligu forkláringar, og at Galileo Galilei sat í varðhaldi fyri sínar meiningar, inntil hann doyði. Galileo tók undir við Kopernikusi, sum segði, at sólin var í miðdeplinum í okkara sólarskipan og ikki jørðin.

 

Í 1687 skrivaði ein Benoit de Maillet, sum tá var franskur konsul í Kairo, bókina Telliamed. Tað var navn hansara aftanífrá. Í ritinum komu hansara meiningar heldur ikki beinleiðis fram tí hann hevði uppspunnið ein indiskan heimspeking til endamálið. Hann skrivaði dulnevnt fyri at varðveita starvið og løn sína. Hann skrivaði m.a., at alt var nógv eldri enn bert uml. 6000 ár, og at alt lív, eisini menniskjur, høvdu ein primitivan uppruna í havinum. Menniskjur vóru uml. 500.000 ár og jørðin yvir 2 milliardir ár.[6] Tað var næstan samstundis, sum Lucas Debes, sum var prestur í Føroyum, skrivaði í kap. 4 í Reserata, at Føroyar vóru 4.835 ár.

 

 

 

Vit lesa um ein sum Reimarus, sum viðgjørdi Nýggja Testamenti kritiskt í loyndum í 18. øld, og hvørs rit Lessing gav út í brotum eftir deyða hansara, inntil onkur sensureraði Lessing.[7] Har vóru tankar, sum at Jesus var ein miseydnaður Messias, og at lærusveinarnir stjólu Jesus eftir deyða hansara og søgdu: Jesus reis upp! Vit hugsa um katólsku inkvisitiónina, andaligar njósnarar, sum eru ymsastaðni og lurta eftir fólkum. T.d. hoyrdu teir mannin Pangloss (Voltaire, Candide Kap 5, 1759) úttala seg á ein óbíbilskan hátt, so maðurin skuldi heingjast. Vit lesa, at náttúruvísindafólk royndu at sameina náttúruvísindi og kristindóm fram til 18. øld, inntil tey spakuliga vórðu professionaliserað, t.e. sundurskild frá kristindóminum.

 

 

 

Viðvíkjandi samanblanding av hesum, so lesa vit, at tú mátti vera limur í anglikansku kirkjuni fyri at kunna gerast lærari á Oxford, Cambridge ella Trinity College í Dublin.[8] David Hume, religiónskritikari í 18. øld, tordi ikki at geva Dialogues on Natural Religion út, meðan hann livdi, tí hann var bangin fyri at missa starvið á lærda háskúlanum í Edenburg av hesum. Ein bróðursonur gav ritið út trý ár eftir deyða hansara.[9] Hume fanst m.a. at fornuftigari sniðgeving (Intelligent Design) í náttúruni og undrum.

 

 

 

Ein fransmaður, ið fekk navnið Buffon, tá ið Louis XV kongur gav honum greivaheiti, forkláraði alheimin natúrligt uttan at sipa til yvirnatúrligar orsøkir sum fyrr, men varð í 1753 noyddur til at skriva í innleiðsluni í triðju bókini, at hansara tankar um skapanina av okkara sólarskipan og jørðini bert vóru heimspekiligir tankar.[10] Voltaire nevnist sum ein, ið fór frá kristnu søgugudfrøðini í ritinum Essai sur les moeurs et l'esprit des nations, á eingilskum: An Essay on Universal History, the Manners, and Spirit of Nations (1756) og til at forklára søgugongdina uttan hina kristnu frelsu- og dómadagssfatanina.[11] Í 1844 gav Robert Chambers Vestiges of the Natural History of Creation út dulnevnt av ótta fyri fylgunum. Tað, at hann var rithøvundurin, varð ikki avdúkað fyrr enn 11 ár eftir deyða hansara. Hann forkláraði eisini bara alt natúrligt.

 

 

 

Hetta var, stutt áðrenn Darwin gav sína fyrstu bók út.[12] Vit lesa eisini, at professarar tá á døgum vórðu prestvígdir, og at Darwin, tá ið hann las gudfrøði á Cambridge, m.a. “skuldi” lesa Evidences of Christianity eftir William Paley. Í tí trúarverjuritinum fanst Paley at øllum, sum kundi sáa iva um kristindómin, m.a. at David Hume. Darwin fór so at lesa um náttúruna og fann so við og við fram til (fyrsta kanningarferðin við bátinum the Beagle vardi í fimm ár), at náttúran betur samsvaraði við hansara ástøði um tilvildarliga variatión og natúrliga útveljing enn við ta hjá Paley, ið roynt var at heilavaska Darwin við.[13]

 

 

 

Í síni sjálvævisøgu skrivaði slóðbrótarin Charles Darwin m.a. um skapanarsøguna og Guð: “við síni heilt greitt skeivu frágreiðing um, hvussu heimurin var vorðin til ... við einum gudi við hevndarhuga eins og ein tyrannur” (s. 59). Um evangeliini: “at tey ikki eru í samsvari hvørt við annað á nógvum týdningarmiklum støðum, alt ov umráðandi, helt eg, fyri at kunna sigast at vera orsakað av vanligum óneyvleika hjá eygnavitnum ...” (s. 59). Um helviti: “Og tað er ein andstyggilig læra” (s. 60). Onkrar útsagnir um Guð og kristindómin í sjálvævisøguni vórðu strikaðar í fyrstu útgávuni, sum kom í 1887, fimm ár eftir hansara deyða. Nora Barlow, abbadóttir Darwins, læt tær útsagnirnar koma í eina aðra útgávu í 1958.[14]

 

Meðan mong trúðu eini skrøggsøgu í hansara samtíð, sum segði: “tá myndaði Harrin Guð mannin av mold jarðar og blásti lívsanda í nasar hans, og soleiðis varð maður til livandi skepnu” og: “Og Harrin Guð myndaði konu av rivinum, sum hann hevði tikið av Ádami, og leiddi hana til Ádams”, so hugsaði hesin: “Hovedkonklusionen i dette arbejde, nemlig at mennesket nedstammer fra nogle laverestående væsner, vil være næsten ubærlig for mange. Men der kan næppe være tvivl om, at vi nedstammer fra barbarer.”[15]

 

 

 

 

 

Bíbiljáttandi føroyskur sensurur

 

                                                        

 

Tað, at tey flestu í okkara søgu komu við bíbiljáttandi prædikum og sálmum, kann eisini fatast sum sensurur í tann mun, at tey flestu ongantíð góvu fólki eina søgukritiska lýsing av hesum evninum. Victor Danielsen varð lýstur sum ein stórur andaligur slóðbrótari í bókini Av Tinghellu á Førjaklettin,[16] hóast hann “og øll hini” við sínum treytaleysu endurtøkum gjørdu allar føroyingar fullkomuliga í ørviti. Føroyskt mál hevur sjálvandi týdning, men hvat um alt innihaldið í so sera føroyskum sálmum og prædikum var grundað á blinda trúgv?

 

##med3##

 

Hans Jacob Debes skrivaði um einkarrætt lutherdómsins til sinnini fyrr í Føroyum,[17] og greiningarfyritøkan Pew Research Center gjørdi eina kanning í 2017 av statsreligiónum í heiminum og segði, at vit hoyrdu til tey 22 prosentini í heiminum við statsreligiónum, og at 53 prosent ongar høvdu. Onnur lond heilavaska sínar íbúgvar við m.a. islam, buddismu og shintoismu.[18] Vit hava altso eina statsreligión enn í Føroyum sum í einaveldistíðini.

 

 

 

Fyrr gjørdu tey sálnaskráir (sjæleregistre), har kirkjuligir myndugleikar kannaðu lesiførleika og kristiligan lærdóm hjá børnum og ungum, ógiftum fólkum millum 6 og 30 ár. Vit hava tílíkar sálnaskráir frá 1759-1785. Eftir at prestarnir høvdu gjørt tær, handaðu teir prósti ella biskupi tær, tá ið teir komu á vitjan.[19] Fyrr dugdu børn faðir vár, trúarjáttanina og boðini uttanat, áðrenn tey dugdu at lesa.[20] Tá ið tey dugdu at tosa, settu foreldrini teimum trúarspurningar. Tey spurdu: “1. Hvør hevur skapt teg? 2. Hvør hevur útloyst teg? 3. Hvør hevur heiliggjørt teg?” Svarað varð aftur: “1. Gud Fader! 2. Guds Søn! 3. Gud den Helligaand!”.[21] Um tey ikki dugdu kristna barnalærdómin, so kundu tey verða “frárikin”, tá ið tey skuldu fermast, onkuntíð fleiri ferðir, og tað varð  fatað sum skomm.[22] Tá ið fyrsta bókasavnið kom í 1828, vóru summir prestar ímóti, tí torført fór tað at verða at halda skil á, hvat fólk lósu.[23]

 

 

 

Júst hetta kann kanska samanberast við tað, ið ein Harald Heims-Forvitni segði í fleiri greinum í Fuglaframa í 1901. Hann skrivaði, at skipsfiskiskapurin fyri 30-40 árum síðani byrjaði at bróta “formkristnuna” niður á tann hátt, at sjófólkið jú var leingið burtur frá “kirkjuganginum, heimalestrinum, altarganginum og øllum teimum føstu trúnarformunum.” Sambært honum førdi hetta til, at Føroyar vórðu eitt gudleyst samfelag.[24] Ein nevnir eisini tað, at føroyingar ávirkaðust av grimsbýingum, og tað sást við: “drekkarí, blótingarskapi, gríðskheit eftir peningi, óhug til at stevna upp móti hægru endamálunum, og alt ov stórari makligheit til at brýggja seg um Gudstrúgv.”[25]

 

 

 

Hesin nevndi eisini, at fólk, sum fóru í onnur lond og komu aftur, søgdu, at tað lætta og fría var tað hægsta, og at onnur, ið sótu heima, høvdu samband við útheimin av bløðum og bókum. Hesin lesturin førdi so hesi í Føroyum yvir til hinar partarnar. Hesin segði, at skipsfiskiskapurin, fólk ið ferðaust uttan fyri Føroyar, og tey, ið lósu útlendskar bókmentir, beindu fyri “formkristindóminum”. Loysnin kemur so í síðstu greinini, t.e. hvussu ein skal kunna “lætta tað mykla myrkur, ið Føroyar eru girdar í.” Jú, ein skuldi bera gudstrúnna til ungfólkið við dugnaligum prestum og sjómansheimum.[26] Nú skuldu so hópatals av missionerum fara rennandi aftan á sjómonnum í Føroyum og aðrastaðni, sum endiliga kundu hugsa eitt sindur sjálvstøðugt. Trúboðarar hava enn bíbiljáttandi andaktir umborð á skipum. Ein trupulleiki við hesum er, at ein heil manning sjálvdan er kristin (skip eru ikki kirkjur ella samkomur), ein annar, at tílík heilavasking í almenna rúminum (her ofta í messuni t.e. felagshølinum) er fullkomuliga burturvið og ein triði, at treytaleysar endurtøkur (t.d. av Bíbliuni) sjálvandi gera fólk í ørviti.

 

Viðvíkjandi kristnari hugburðsávirkan so lesa vit, at prestar fyrr fóru heim til foreldrini at kanna, um børn dugdu at lesa og høvdu neyðuga kunnleikan í átrúnaðinum. Um tey ikki dugdu, so kundu myndugleikarnir geva teimum bót. Tað varð ringt við kirkjuklokkuni í 1859, tá ið børnini skuldu í skúla. Børn kundu setast eftir, um tey ikki dugdu religión, men ikki í hinum lærugreinunum. Amtmaður og próstur vóru til royndirnar.[27] Vit lesa eisini, at prestar høvdu eftirlit við kristni í Fólkaskúlanum, og at kirkjuráðini skuldu geva loyvi til, at nýtt frálærutilfar skuldi brúkast, heilt fram til 1979, men at støðan kanska spakuliga broyttist eitt sindur eftir  tað. Altso ímynda tær, at ein so fullkomuliga heilavaskaði fólk við kristindóminum á einum stovni, sum skuldi havt vitan í hásætinum og ikki trúgv? Onnur hava nevnt, at Fólkaskúlin “enn” er “en folkekirkelig opdragelsesinstitution”,[28] t.e. ein kristin heilavaskingarstovnur. Tíverri er Kringvarpið eisini ein kristin heilavaskingarstovnur, ein stovnur sum gevur kristnum talibanum rásarúm við sínum túsund andaktum um árið.

 

 

 

Fólk siga onkuntíð: um tú ikki tímir at lurta eftir tílíkum, so kanst tú sløkkja! Men tað er ikki so lætt. Hvat um tú ert í almenna rúminum? Hvat um tú ert í messuni umborð á einum báti? Hvat um tú fert at keypa okkurt, og bíbiljáttandi sangir hoyrast? Hvat um tú liggur hálvdeyður á Landssjúkrahúsinum? Hetta er eitt dømi, tá ið eg einaferð ímóti mínum vilja varð noyddur til at lurta eftir eini bíbilfundamentalistiskari andakt. Fyrst hendi tað, at eg varð sjúkur í búkinum. Ja, eg hevði óivað etið ov nógv umborð og ov ósunt. Vit kalla tað onkuntíð fyri harðan maga. Vit komu á Klaksvík og løgdu at har, og eg beinleiðis niðan á sjúkrahúsið. Tey kannaðu meg, og eg skuldi sendast til Havnar. Tey settu spurningin: Megnar tú yvirhøvur at koyra til Havnar sjálvur? Eg segði sum var, at eg sum so onki hevði sovið vegna pínu, og at eg var deyðatroyttur. So eg til Havnar á Landssjúkrahúsið við einum bili hjá teimum. Har lá eg við pínu fyrsta dagin og hevði eisini biðið mær ein frítúr av hesum. Tey góvu mær sunnan kost, og nú var onki illveður. Endiliga friðsælt, og ein kundi spakuliga  koma fyri seg aftur, men hvat? Tá hoyrdi eg so onkran hurlivasa í gongini. Nú skuldi ein prestur knappliga ígjøgnum hátalarar hava eina prædiku ímóti mínum samtykki, har eg lá hálvdeyður av pínu.

 

 

 

Presturin setti spurningin: Vilt tú hava eina sangbók? Altso, hvat skuldi eg svara, heldur tú? Skuldi eg siga ja til eina bíbilfundamentalistiska sangbók og vera ein hyklari, t.e. beinleiðis lúgva fyri prestinum? Nei, so sakligur sum eg var, segði eg sjálvandi nei. Hann fór so út í gongina og hevði sína bíbiljáttandi prædiku, sum gjørdi, at eg nú eisini spakuliga fekk eitt sindur ilt í høvdið aftrat magapínuni. Altso trupulleikin er hetta við, at samfelagið hjá okkum er ósekulariserað, at átrúnaðurin er allastaðni. Presturin sjálvur var ein fittur maður. Ta løtuna var eg vegna hesa samanblandingina, við til at lurta eftir eini kristnari endurgevandi prædiku ímóti mínum samtykki púra hjálparleysur, so fullkomuliga ímóti hippokratiska eiðinum!

 

 

 

 

 

Lóggevandi sensurur

 

 

 

Í grundlógini 1, §4 stendur: “Den evangelisk-lutherske kirke er den danske folkekirke og understøttes som sådan af staten”.[29] Hetta sigur okkum beinanvegin, at hetta landið ikki er so nógv broytt løgfrøðiliga síðani einaveldistíðina, har allir íbúgvarnir vórðu heilavaskair við lutherska rætttrúnaðinum.

 

 

 

##med4##

 

Bíbiljáttandi morgunsangur er í Fólkaskúlanum, her í Leirvíkar skúla

 

 

 

Tað stendur í Fólkaskúlalógini 1, §2, stk. 3 at: “Fólkaskúlin skal í sátt og samvinnu við foreldrini hjálpa til at geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling”, og í 2, §5, Stk. 2: “Í 9 ára grundskúlanum skulu allir næmingar verða undirvístir í hesum lærugreinum: 1) Hugvísindaligar lærugreinar: a. Kristinkunnleiki: øll skúlaárini.”

 

 

 

Í 2, §6 stendur: “Undirvísingin í kristnikunnleika í fólkaskúlanum skal samsvara við fólkakirkjunnar evangelisk-luthersku læru.”  Í 2019 søgdu Hanna Jensen og Jógvan á Lakjuni, bæði sera kristin fólk, at morgunsangurin átti at verið fastur partur av Fólkaskúlanum, so nú stendur í 2, §8, Stk. 3: “Morgunsangur eigur at vera partur av vanliga skúladegnum.”[30]

 

 

 

Hetta snýr seg altso um at syngja rúgvuvís av bíbiljáttandi sangum hvønn morgun í 10 ár. Eg havi roynt at grundgivið fyri, at tað er sensurur, sum ger fólk kristin, men ymsastaðni síggja vit so eisini dømi um, at ein bíbiljáttandi trúgv (sensurerað trúgv) verður trúttað niður í fólk ímóti teirra samtykki í almenna rúminum, eisini m.a. í Fólkaskúlanum. Á merkinum sær ein kristnu forkláringina upp á Jesu krossfesting, sum í hvussu er ikki snýr seg um nakra sannroynd, men í okkara lógum stendur skrivað: “§ 8. Ongin má vanvirða flaggið hvørki í orðum ella gerðum.”[31]

 

Tílíkt var orsøkin til heitið Føroyingur við ongum Flaggi í bókini hjá Høgna av Heiði, har hann skrivaði: “Fyri meg hevur henda óhepna samanrenningin av religión og tjóðskapi fingið tær avleiðingar, at eg troysti mær ikki at flagga við tí føroyska flagginum, tó at eg fegin vildi, og eg haldi meg burtur frá føroyskum flaggdagshaldi.” Tað sama segði hann um kristna tjóðsangin.[32] Símun av Skarði skrivaði jú m.a. í tjóðsanginum: “at bera tað merkið, sum eyðkennir verkið, ið varðveitir Føroyar, mítt land!”. Hann hefti sostat kristna boðskapin at tjóðini, men tá eru tað altso mong, sum ikki kunnu syngja við, og so als eingi vitandi fólk.

 

 

 

Vit hava so rúgvuvís av tílíkum kristnum halgidøgum í kristna álmanakkanum, sum onkur koyrdi í mín postkassa, og samsvarandi kristnar lógir, sum snúgva seg um “den offentlige Fred paa Folkekirkens Helligdage”.[33] Ja nú skulu tit øll ansa eftir, at “gudstjenesten (ikke) forstyrres”. Alt hetta við at hava kristnar  halgidagar, t.d. at halda sunnudagin heilagan, er grundað á kristna gudfrøði, tí tá reis Jesus upp frá deyðum sambært NT. Mong munnu kenna hina søguna eisini, tá ið Guð hvíldi sjeynda dagin eftir skapanina, ein søga sum er skeiv vísindaliga.

 

 

 

Skapti Guð alt eftir seks døgum og hvíldi tann sjeynda leygardagin? (2 Mós. 20) Reis ein maður upp ein sunnudag? Hvar er so tann maðurin? Hvussu skynsamt er alt hetta? Í álmanakkanum sær ein altso nógvar halgidagar, sum mest sannlíkt eru skrøgg, men sum tó eru vardir av kristnum lógum (t.d. eisini av blasfemilógini, sí longur niðri). Eitt annað dømi er Kristi himmalsferðardagur, sum er grundaður á Áps. 1, har tað stendur, at Jesus fór til himmals fjøruti dagar eftir sonevndu uppreisnina. Veitst tú, at hetta navnið í grundini er villleiðandi, tí at aðrir høvundar í NT søgdu, at himmalsferðin hendi páskadag? Ok, so ein deyður maður var millum fólk í fjøruti dagar, og bert “ein” kristin kelda, sum er millum yngstu ritini í NT, nevndi hetta? Hví nevndu ongar ókristnar keldur hetta? Hví sæst Jesus ongastaðni í dag um hann reis upp? Hvar er himmalin?

 

 

 

Vit hava eisini eina blasfemilóg, har tað stendur: “§ 140. Den, der offentlig driver spot med eller forhåner noget her i landet lovligt bestående religionssamfunds troslærdomme eller gudsdyrkelse, straffes med bøde eller fængsel indtil 4 måneder.” Tað var eitt sindur strangari fyrr: “Hvem som overbevisis at have lastet Gud, eller bespottet hans hellige Navn, Ord og Sacramenter, hannem skal Tungen levendis af hans Mund udskæris, dernæst hans Hoved afslais og tillige med Tungen sættis paa en Stage.” (Dansk lov 1683, 6. Bók, kap. 1). Ja hugsa tær, at júst henda seinra lógin ikki varð broytt fyrr enn í 19. øld í Danmørk til ta, sum vit í dag hava. Annars hava londini kring okkum avtikið blasfemilógina og onkur lond statsreligiónina. Eg royni at siga tygum, at tú nokk so sannlíkt ert lumpað/ur. Í eini komandi grein, sum ber somu yvirskriftina, fer høvundurin gjøgnum onkur dømi um nýligan kristnan sensur í Føroyum frá 1970-unum og til umleið 2005.  

 


[1] Müller, M., 2000, s. 395-396; Pilgaard, A., 1988, s. 137: “At bringe til fald” vil sige at handle på en sådan måde, at det fører en kristen til at opgive sin kristne tro og således gå glip af den evige frelse.”

 

[2] Wilken, R.L., 2003, s. xvi.

 

[3] Whitmarsh, T., 2017, s. 236.

 

[4] Rohmann, D., 2017, s. 288.

 

[5] Ibid., s. 22 og 301.

 

[6] Jensen, P.K.A., 2017, s. 105.

 

[7] Bond, H.K., 2012, s. 8-9.

 

[8] Jensen, P.K.A., 2017, s. 46.

 

[9] Christensen, T.H., Klausen, S.H., 2007, s. 54.

 

[10] Jensen, P.K.A., 2017, s. 106-107.

 

[11] Gads Historie Leksikon, 2016, s. 242-243.

 

[12] Jensen, P.K.A., 2017, s. 195f.

 

[13] Darwin, C., 2009, s. 59f.

 

[14] Nýggja útgávan nevndist: “The Autobiography of Charles Darwin 1809-1882. With the original omissions restored. Edited and with appendix and notes by his granddaughter Nora Barlow.”

 

[15] Jensen, P.K.A., 2017, s. 216-217.

 

[16] Jacobsen, H., 2021, 1. bind, s. 119.

 

[17] Debes, H.J., Føroya Søga 2, 1995, s. 165. Tað er eitt sindur skelkandi eisini at lesa, at det Teologiske Fakultet, har sum eg las, fyrr var ein sera sensurerandi stovnur: “í kirkjuordinansinum var ásett ritskoðan av øllum nýggjum hugsanum, sum komu á prenti, og tað var universitetið (Det Teologiske Fakultet), sum saman við (luthersku) biskupunum skuldi taka sær av hesum eftirliti”, sí Debes, H.J., Føroya Søga 3, 2000, s. 84-85.

 

[18]https://www.pewresearch.org/fact-tank/2017/10/03/key-facts-about-government-favored-religion-around-the-world/pf_10-04-17_statereligions-00/

 

[19] Hansen, J.R: “Øll duga at lesa í bók”, s. 19, í Frøði, 23 Árg., 2/2018.

 

[20] Hansen, G., 1987, s. 123.

 

[21] Ibid., s. 121.

 

[22] Ibid., s. 122.

 

[23] Marnersdóttir, M., Sigurðardóttir, T., 2011, s. 244.

 

[24] Heims-Forvitni, H: “Gudstrúgvin á Føroyalandi”, s. 1 í Fuglaframa nr. 13, Okt. 1901.

 

[25] Ibid., s. 2 í Fuglaframa nr. 16, Nov. 1901.

 

[26] Ibid., s. 1, í Fuglaframi, nr. 17, Dec. 1901.

 

[27] Michelsen, A.C: “Skúlagangur í Havn fyri 70 árum síðan”, s. 121-124, Varðin 9., ár 1929.

 

[28] Hansen, J., 2014, s. 117-130.

 

[29]https://www.retsinformation.dk/eli/lta/1953/169

 

[30]https://logting.elektron.fo/logkjak/logir/1997.125.htm

 

[31]http://www.logir.fo/Logtingslog/42-fra-17-07-1959-um-flaggid-sum-broytt-vid-logtingslog-nr-109-fra-29-desember

 

[32] Heiði, H. Av., 2017, s. 129-130.                                                                                                                    

 

[33]https://logir.fo/Anordning/441-af-21-11-1923-hvorved-Lov-nr-353-af-7-August-1922-om-den

 


[1] Müller, M., 2000, s. 395-396; Pilgaard, A., 1988, s. 137: “At bringe til fald” vil sige at handle på en sådan måde, at det fører en kristen til at opgive sin kristne tro og således gå glip af den evige frelse.”

 

[2] Wilken, R.L., 2003, s. xvi.

 

[3] Whitmarsh, T., 2017, s. 236.

 

[4] Rohmann, D., 2017, s. 288.

 

[5] Ibid., s. 22 og 301.

 

[6] Jensen, P.K.A., 2017, s. 105.

 

[7] Bond, H.K., 2012, s. 8-9.

 

[8] Jensen, P.K.A., 2017, s. 46.

 

[9] Christensen, T.H., Klausen, S.H., 2007, s. 54.

 

[10] Jensen, P.K.A., 2017, s. 106-107.

 

[11] Gads Historie Leksikon, 2016, s. 242-243.

 

[12] Jensen, P.K.A., 2017, s. 195f.

 

[13] Darwin, C., 2009, s. 59f.

 

[14] Nýggja útgávan nevndist: “The Autobiography of Charles Darwin 1809-1882. With the original omissions restored. Edited and with appendix and notes by his granddaughter Nora Barlow.”

 

[15] Jensen, P.K.A., 2017, s. 216-217.

 

[16] Jacobsen, H., 2021, 1. bind, s. 119.

 

[17] Debes, H.J., Føroya Søga 2, 1995, s. 165. Tað er eitt sindur skelkandi eisini at lesa, at det Teologiske Fakultet, har sum eg las, fyrr var ein sera sensurerandi stovnur: “í kirkjuordinansinum var ásett ritskoðan av øllum nýggjum hugsanum, sum komu á prenti, og tað var universitetið (Det Teologiske Fakultet), sum saman við (luthersku) biskupunum skuldi taka sær av hesum eftirliti”, sí Debes, H.J., Føroya Søga 3, 2000, s. 84-85.

 

[18]https://www.pewresearch.org/fact-tank/2017/10/03/key-facts-about-government-favored-religion-around-the-world/pf_10-04-17_statereligions-00/

 

[19] Hansen, J.R: “Øll duga at lesa í bók”, s. 19, í Frøði, 23 Árg., 2/2018.

 

[20] Hansen, G., 1987, s. 123.

 

[21] Ibid., s. 121.

 

[22] Ibid., s. 122.

 

[23] Marnersdóttir, M., Sigurðardóttir, T., 2011, s. 244.

 

[24] Heims-Forvitni, H: “Gudstrúgvin á Føroyalandi”, s. 1 í Fuglaframa nr. 13, Okt. 1901.

 

[25] Ibid., s. 2 í Fuglaframa nr. 16, Nov. 1901.

 

[26] Ibid., s. 1, í Fuglaframi, nr. 17, Dec. 1901.

 

[27] Michelsen, A.C: “Skúlagangur í Havn fyri 70 árum síðan”, s. 121-124, Varðin 9., ár 1929.

 

[28] Hansen, J., 2014, s. 117-130.

 

[29]https://www.retsinformation.dk/eli/lta/1953/169

 

[30]https://logting.elektron.fo/logkjak/logir/1997.125.htm

 

[31]http://www.logir.fo/Logtingslog/42-fra-17-07-1959-um-flaggid-sum-broytt-vid-logtingslog-nr-109-fra-29-desember

 

[32] Heiði, H. Av., 2017, s. 129-130.                                                                                                                    

 

[33]https://logir.fo/Anordning/441-af-21-11-1923-hvorved-Lov-nr-353-af-7-August-1922-om-den