Kristnikunnleiki í kvøldskúlanum í vetur

Í vetur verður høvi at nema sær størri kunnleika um viðurskifti, sum hava við kristnu trúgv og Bíbliu okkara at gera. Undirvísingin fer fram í kvøldskúlunum í Havn mánadag kl. 19-21 og Runavík týsdag kl. 19-21. Byrjað verður í viku 43, t. v. s. beint eftir hestfrítíðina.

Undirvíst verður í tveimum evnum henda veturin. Evnini eru bíbliukunnleiki og Ísrael. Í bíbliukunnleika verður undirvíst í 17 kvøld og er ætlanin at hava eina innføring í, hvussu Bíblian er sett saman av ymiskum bókum í gamla- og nýggjatestamenti. Eisini verður komið nakað inn á, hvussu Bíblian er vorðin til og hvussu hon er vorðin bindandi rættisnórur fyri trúgv og læru okkara sum kristin. Eisini verður nomið eitt sindur við, hvat Bíblian sjálv sigur um Bíbliuna.

Tað verður Heri Tróndheim, sum verður høvuðslærari í bíbliukunnleika í Havn og Jónsvein Beck í Runavík.

Ísrael er og verður altíð eitt evni, sum hevur okkara áhuga sum kristin. Tað er tað landið og tað fólkið, sum er karmarurin fyri meginpartin av tí, vit lesa í Bíbliuni. Ísraels søga er ein sera spennandi og hendingarrík søga, sum hevur havt árin á so at siga allan heimin. Tað er eitt land, sum goymir stórar fornfrøðiligar dýrgripir. Eisini í dag hevur hetta lítla landið, sum er á stødd við Jútland, eina slíka serstøðu, at tað næstan ikki er dagur, at ikki fjølmiðlarnir bera tíðindi hagani.

Undirvíst verður í 7 kvøld um landið og fólkið, og tað verður Kristian Martin Petersen, sum fer at undirvísa bæði í Havn og í Runavík.

Um tú hevur hug og tíð at seta teg betur inn í hesi evni, ber til at melda teg til hjá einum av lærarunum ella hjá Heimamissiónini í Nesvík. Byrjað verður í kommunuskúlanum í Havn 19. oktober og í skúlanum Runavík 20. oktober. Sí annars undir kristnikunnleika í skránni hjá kvøldskúlunum.


Tom Skaale