Kristoffur fer til Fuglafirðar

25 ára gamli framrættaði spælarin, Kristoffur Jakobsen, skiftir frá KÍ og í ÍF

Fuglfirðingar hava í dag skrivað undir sáttmála við ein nýggjan miðvallara. Heimasíðan hjá ÍF veit at siga, at Kristoffur Jakobsen næsta kappingarár fer at spæla í reyða ÍF búnanum og ikki í bláa KÍ búnanum, sum hann hevur borið mest sum altíð.

Kristoffur hevur í KÍ røkt øll plássini á miðvøllinum, og hann hevur eisini viðhvørt spæli í bæði høgra og vinstra borði.

Kristoffur er uppvaksin í KÍ,og hann hevur higartil umboðað barndómsfelagið øll árini burtursæð frá í 2010, tá ið hann var í EB/Streymi. Higartil hevur hann sambært faroesoccer spælt 218 landskappingardystir í bestu deildini, og hann hevur skorað 33 mál. Í steypakappingini hevur hann spælt 20 dystir og skorað 7 mál, og tríggjar dystir hevur hann spælt í europeisku liðkappingunum – tveir í Intertoto Cup og ein í Europa liguni.

Hann hevur spælt ein a-landsdsytir,  18 U21 landsdystir, 5 U19 landsdystir, 14 U17 landsdystir.