Danska manslandsliðið í hondbólti fekk av at vita, tá liðið møtti Kroatia í London í gjárkvøldið. Teir donsku evropameistararnir taptu heili 21-32.
Tey donsku bløðini leggja ikki fingrarnar ímillum. Jyllands-Posturin skrivar, at hetta var tann ringasti dysturin tey sjey árini, Ulrik Wilbek hevur verið venjari hjá liðnum. Blaðið leggur afturat, at tað var skelkandi at síggja, hvussu tað danska spælið fór í upploysn, bara tí kroatar mansvardu Mikkel Hansen.
Margretha drotning var millum áskoðararnar í gjárkvøldið, og Politiken hevur tí valt at umrøða dystin undir yvirskriftini "Striptease foran Dronningen".