Kroatia koppaði Niðurlondum í hálvfinaluni

Kroatia vann á Niðurlondum í einum málríkum dysti aftaná longda leiktíð

Tað verður Kroatia og ikki vertslandið, Niðurlond sum skal spæla Nations League finalu móti antin Italia og Spania í Rotterdam sunnukvøldið klokkan 19.45.

 

Kroatia vann í kvøld í hálvfinaluni 4-2 á Niðurlondum í hálvfinaluni í Rotterdam aftaná longda leiktíð.

 

Donyell Malen legði Niðurlond á odda tá 34 minuttir vóru leiktir. Andrej Kramaric javnaði fyri Kroatia upp á brotsspark tá 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, og í 72. minutti legði Mario Pasalic Kroatia á odda 2-1..

 

Seks minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði Noa Lang til 2-2, og so var neyðugt við longdari leiktíð.

 

Í longdu leiktíðini traðkaði 37 ára gamli Luka Modric í karakter. Tá átta minuttir vóru farnir av longdu leiktíðini legði hann upp til málið til 3-2, ið Mario Pasalic skoraði. Tá fýra minuttir vóru eftir tryggjaði Luka Modric Kroatia sigurin við at skora til 4-2 upp á brotsspark.

 

Kroatia vann HM-silvur í 2018 og HM-bronsu í 2022. Nú fáa teir triðja heiðursmerki innanfyri fimm ár.

 

Í annaðkvøld klokkan 19.45 møtast Italia og Spania í hinari hálvfinaluni, ið verður leikt í Enchede.