Fiskiveiðieftirlitið kunnar í dag á síni heimasíðu um elektroniska veiðifráboðan, tá fiskað verður sambært sáttmálum við onnur lond. |
- Í londunum uttan um okkum hevur elektronisk veiðifráboðan verið brúkt í fleiri ár. Tað hevur kortini ikki verið álagt føroyskum skipum at senda elektroniskar veiðifráboðanir til myndugleikar í øðrum londum.
Tað veit Fiskiveiðieftirlitið at siga í dag.
- Vit hava síðan á vári 2014 fingið áheitanir frá øðrum myndugleikum at byrja fyrireiking av samstarvi um elektroniskar veiðifráboðanir. Fundir hava verið millum føroyskar myndugleikar og aðrar partar um hesi viðurskifti.
Fiskiveiðieftirlitið vísir á, at í fiskirættindasáttmálanum millum Føroyar og Noreg er ásett, at skipini hjá báðum pørtum skulu vera før fyri at senda elektroniskar veiðifráboðanir í seinasta lagi 1. juli 2016. Avtalað er eisini, at royndir skulu gerast partanna millum so skjótt sum gjørligt.
- Í royndartíðini skulu norsk skip senda til føroyskar myndugleikar, og føroysk skip skulu senda til norskar myndugleikar.
Lagt verður aftrat, at í fiskirættindasáttmálanum við ES er ásett, at føroysk skip, sum eftir 1. januar í 2017 ætla sær at reka fiskiskap í ES sjógvi, skulu vera før fyri at senda elektroniskar veiðifráboðanir til ES eftir tí leisti, sum avtalaður er partanna millum.
- Somuleiðis skulu ES skip vera før fyri at senda elektroniskar veiðifráboðanir til føroyskar myndugleikar, um tey ætla sær at reka fiskiskap í føroyskum sjógvi í 2017.
At enda verður víst á, at Ísland og Grønland eisini eru áhugaði at samráðast við føroyskar myndugleikar um hesi viðurskifti í 2016.
|