Fiskivinna
Systurskipini, Bakur og Stelkur hjá P/F Beta í Saltangará, skulu nú hava kryvjimaskinu.
Stelkur liggur á Skála og verður umvældur eftir eldsbrunan, og tá ið skipini loysa aftur saman væntandi tíðliga í mai, er ætlanin, at tey bæði skulu hava kryvjimaskinu umborð.
Halda fram
Nú Stelkur ikki er í vinnu, hevur Bakur verið ein túr saman við Nesborg, og ætlandi landar skipið í morgin á øðrum túrinum saman við hvalbiartrolaranum, Sjagakletti.
Ragnar Olsen, reiðari, sigur, at Bakur og Sjagaklettur ætlandi fara at partrola, soleingi Stelkur liggur.
- Eg vænti, at skipini fara at partrola restina av hesum mánaðinum og allan apríl mánaða. Síðan verður Bakur lagdur í nakrar dagar, meðan fyrireikingar verða gjørdar til ísetan av kryvjimaskinu.
Reiðarin sigur, at tá ið systurskipini loysa aftur tíðliga í mai, hava bæði Bakur og Stelkur kryvjimaskinu frá Kronborg í Danmark.
Minni at fáa
Hann veit annars at siga, at Bakur væntandi landar í Saltangará í morgin.
- Fiskiskapurin hjá partrolarunum er ikki so góður í løtuni, sum hann onkuntíð hevur verið, men eg vænti, at Bakur verður næstan fullur, nú hann kemur inn at landa.
Ragnar Olsen sigur, at hesin túrurin hevur verið nakað longri, enn seinastu túrarnar annars hava verið í vár.
- Skipini fóru út næst síðsta mánakvøld, sigur reiðarin.