Teir báðir menninir, sum eru skuldsettir fyri drápsroynd á Íslandsvegnum í Havn, sita enn varðhaldsfongslaðir. Talan er um grova álopið, har ein maður varð álopin við øks, gággara og knívi eftir eina veitslu í einum vardum bústaði hjá Almannaverkinum.
Tað var umleið klokkan eitt leygarnáttina 6. mai, at løgreglan fekk fráboðan um, at ein maður varð stungin fleiri ferðir og bløddi illa. Fólk vóru komin til mannin á vegamótinum Íslandsvegur/Landavegur í vesturbýnnum í Havn, og sjúkrabilur og løgregla vóru skjót á staðnum, og maðurin bleiv fluttur á Landssjúkrahúsið.
Tveir mans vórðu handtikin og varðhaldsfongslaðir fyri álopið, meðan tveir aðrir vórðu handtiknir, men leyslatnir aftur.
Martin Gravesen, varafúti, sigur, at av tí at grundlógaravhoyri fór fram handan læstar dyr, kann hann ikki upplýsa um, hvussu leingi varðhaldsfongslingin hjá monnunum bleiv longd og ei heldur hví. Hinar báðar ferðirnar eru teir tó varðhaldsfongslaðir í fýra vikur hvørja ferð.