Rættarmálið móti teimum báðum monnunum, sum eru ákærdir fyri morðroynd á Íslandsvegnum í fjør, er aftur útsett, veit Kringvarp Føroya at siga.
Orsøkin er, at mentalkanningin av øðrum manninum er ikki liðug. Ákæruvaldið bað fyrr í ár um nýggja mentalkanning av monnunum.
Nevningating skal verða í sambandi hendingina 6.mai í fjør, tá ein ungur maður varð álopin við millum annað øks á vegamótinum Íslandsvegur/Landavegur í Havn.
- Mentalkanningin hevur stóran týdning, tí m.a. skulu nevningarnir svara, um menninir eru fevndir av grein 16 í revsilógini, sum snýr seg um, um persónar sálarliga sjúkir nú ella tá hann framdi gerðina. Sambært grein 16 kunnu slíkir persónar, sum meginregla, ikki verða dømdir í fongsul, men verða dømdir í sálarliga viðgerð, skrivar Kringvarp Føroya
Rættarmálið er nú ásett til at vera í juni mánað. Eisini er greitt, at talan verður um nevningating. 12 nevningar og 15 vitni eru innkallaði í samband við málið.