KSF hevur mælt til sjálvbodna samanlegging við eini freist

Gunvá við Keldu, Forkvinna í KSF
-------
Í Sosialinum mánadagin 28. mars verður løgmaður endurgivin fyri at siga at hann eftir at hava hoyrt kommunufeløgini er komin til ta niðurstøðu, at næstan tveir triðingar av føroysku kommununum bíða eftir at verða lagdar saman í níggju stórar kommunalar eindir. Sambært løgmanni, bíða kommunurnar bert eftir at landspolitikarin tekur støðu. Grundað á hetta hevur Løgmaður nú tikið avgerðina í egnar hendir, og avgjørt at leggja kommunurnar saman við lóg.

Sannlíkt er, at Løgmaður her sipar til fundin, 22. mars millum politiska fylgibólkin og kommunufeløgini, tá ið hann sigur seg hava hoyrt kommunurnar.

Til hetta er at viðmkerja, at KSF hvørki á fundinum 22. mars, ella á fundum higartil, ímillum kommunufeløgini og politiska fylgibólkin, hevur givið til kennar, at kommunurnar vilja hava løgmann at taka eina avgerð um at leggja kommunurnar saman við lóg.

Seinasta almenna fráboðan KSF’s um hetta stórmál, varð gjørd á felagsfundi millum býráðslimirnar í limakommunum 26. Februar 2010, Klaksvíksskjalið, har niðurstøðan var, at:

kommunusamanlegging skal fara fram sjálvboðin
tó skal freist setast á eitt evsta mark, har kommunur skulu hava skipað seg í burðardyggar eindir

Allar kommunurnar í KSF hava hinvegin givið til kennar, at tær taka undir við, at farið verður undir eina fólksliga tilgongd at leggja kommunur saman í størri og burðardyggari eindir. At Løgmaður einsamallur nú tekur avgerð ber ikki boð um eina fólksliga tilgongd.