Tað er ein almennur loynidómur, at KT-vinnan stendur fyri sera stórum parti av búskaparliga vøkstrinum bæði úti í heimi, men so sanniliga eisini í Føroyum.
Kortini fær henda vinna ikki serliga nógva umtalu í fjølmiðlunum her á landi.
Tað ætlar Sosialurin sær at gera nakað við.
Frá í morgin verður ein nýggjur fastur táttur í hósdagsblaðnum og hevur hann fingið heitið K@T@-Hornið.
Tað verða Steinbjørn í Dali og Finn Jensen, sum fara at vara av hesum tátti, sum kemur at vera í blaðnum hvønn hósdag við fýra síðum hvørja ferð.
Fjølbroytt tilfar
Endamálið við KT-síðunum í Sosialinum er, sum sagt, at leggja dent á KT-vinnuna og tað, sum har hendir.
Finn Jensen sigur, at tað er ætlanin at tað skal vera seriøst, men kortini ikki so seriøst, at tað bert verður lisið av teimum, sum starvast í vinnuni.
Tí ætla teir sær eisini at leggja dent á at hava okkurt lættari tilfar við eisini.
Sum dømi nevnir hann ein spurnarkassa, har lesararnir sleppa at vera við.
Eisini ætla teir sær við millumbilum, at ummæla eina heimasíðu og tann fyrsta, sum fær viðger er tann hjá Føroya Tele.
Kronikkur og greinar
Umframt tað hevur Sosialurin eisini fingið samstarv í lag við fólk, sum starvast dagliga við KT og ætlanin er, at tey upp á skift, skulu skriva ein kronikk til KT-síðurnar.
Fyrsta kronikkin skrivar Petur Zachariassen, sum starvast á Fróðskaparsetrinum og sum hevur ein sera stóran kunnleika til KT.
Journalistiskt tilfar verður eisini á KT-síðunum.
Ætlanin er hvørja viku at taka upp eitt evni úr føroysku KT-vinnuni. Her skuldi verið ríkiligt at tikið av, tí tað grør um gangandi fót í føroysku KT-vinnuni.
Tað skal vera sligið fast beinanvegin, at á K@T@-horninum í Sosialinum verður ikki pláss til at viðgera spøl til teldur.
? Hesi verða viðgjørd aðrastaðni, og tí halda vit ikki, at tað er neyðugt, at vit eisini gera tað, sigur Finn Jensen.
? Men tað merkir ikki, at tað bara verður tungt tilfar, tí vit ætla at hava tilfar um KT uttan úr heimi og m. a. fara vit at siga frá, hvussu ein brúkar Internetið, sigur Finn Jensen.
Kenna vinnuna
Teir báðir, sum Sosialurin hevur fingið at taka sær av KT-síðunum í blaðnum eru tveir, sum so at siga kenna KT-vinnuna innanífrá.
Steinbjørn í Dali hevur starvast í KT-vinnuni í fleiri ár og tí kennur hann vinnuna væl.
Í løtuni starvast hann sum lærari og afturat tí hevur hann eina ráðgevingarfyritøku við síðuna av.
Finn Jensen er eisini lærari sum millum annað undirvísir í KT. Eisini hann hevur sína egnu ráðgevingarfyritøku, sum eins og tann hjá Steinbirni m. a. tekst við KT.
Sosialurin vónar, at lesararnir fara at taka væl undir við nýggja táttinum og hava lesararnir áhuga at senda spurningar til blaðið um KT, sum teir ynskja svaraðar á KT-síðunum, eru tit vælkomin at nýta teldupostadressurnar, sum vera prentaðar undir greinunum.