Tað er eingin loyna, at hóast tað í dag er ein rættiliga stór samvinna millum Føroyar og Bretland, so hevur marknaósemjan kenst sum ein meinbogi fyri at menna hesa samvinnu. Hetta eru bæði føroyskir og bretskir myndugleikar greiðir yvir.
Anfinn Kallsberg, løgmaður ivast ikki í, at tað eftir hesa avtaluna verður eitt økt samskifti og samhandil millum grannalondini bæði. -Tá henda avtala er undirskrivað, so er hetta ikki longur mítt málsøki, men eg kundi hugsað mær, at man eisini reint politiskt fær tættari samband og samskifti við okkara næsta granna, nakað, sum hevur verið so púra eiðasørt.
Uppá fyrispurning um hetta skal vera beinleiðis millum Føroyar og Bretland og ikki umvegis danska uttanríkisráðið vísir løgmaður á, at vit í dag hava beinleiðis samskifti við onnur Norðurlond uttan um danskar myndugleikar, so hví skal hetta ikki eisini bera til!
Bretar vísa Føroyum størri ans
Løgmaður hevur eisini sjálvur varhugan av, at bretar fegnir vilja knýta tættari bond til Føroya og fáa ment samvinnuna landanna millum.
-Vit hava fingið onkrar ábendingar um, at man frá bretskari síðu ætlar at vísa Føroyum størri ans.
Umframt fólk frá uttanríkismálaráðnum, sum hava havt marknamálið um hendi, so verða eisini embætisfólk frá øðrum ráðharrastovum við í bretsku sendinevndini, tá avtalan verður undirskrivað í Havn 18. mai, og hetta heldur løgmaður kundi bent á, at teir ætla okkurt meira. Eitt verða fólk frá DTI við. Hetta er tann ráðharrastovan, sum stílar fyri útbjóðingum og oljuútviklinginum sum sum heild.
Sosialurin skilur annars, at fleiri møguleikar hava verið umrøddir í sambandi við at undirskriva avtaluna. Og her hava bæði London og Havnin verið havd á lofti, umframt at eisini nøvn sum Robin Cook, uttanríkisráðharri og Tony Blair, forsætisráðharri hava verið inni í myndini. Tað fer tí heldur ikki at koma sum nakað stórt ?yvirraskilsi?, um annar teirra eina ferð í næstu framtíð fer at leggja leiðina henda vegin fyri harvið at leggja veruligar lunnar undir eitt økt samstarv millum Føroyar og Bretland.