ÓLAVUR Í BEITI
.
Í viðmerkingunum, sigur Marjus Dam, at á løgtingsfíggjarlógini fyri fíggjarárið 2000 eru játtaðar 12,2 mió. kr. til endamálið. Hetta er sama upphædd, sum varð játtað í 1999. Árliga viðbótarupphæddin fyri 2000 verður 3.387 krónur, útgoldin í trimum gjøldum upp á 1.129 krónur hvørt. Í 1999 var upphæddin 3384 kr. til hvønn pensjonist, ið uppfyllir treytirnar.
Sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið, er stuðulin ætlaður sum ískoyti til olju, sjónvarp- og útvarpsgjald.
Yvir 13 mió. kr.
Og nú bæði útvarps- og sjónvarpsgjald fara upp, og tá Sambandsflokkurin metir, at bæði útvarp og sjónvarp eru neyðugir miðlar hjá øllum borgarum í landinum, er tað bert rímiligt, at hækkingin av hesum gjøldum verður kompenserað við eini øktari viðbót, ið svarar til hækkingina av útvarps- og sjónvarpsgjaldinum, til teir pensjónistar, ið lúka treytirnar um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
Sambandsflokkurin mælir til, at veitt verður eykajáttan, ið svarar til hækkingina. Talið av pensjónistum, ið fáa hesa viðbót í 2000 er 3829.
Samlaða hækkingin av útvarps- og sjónvarpsgjaldinum hjá hesum pensjónistum verður 885.532,83. Mælt verður tí til, at viðbótin til pensjonistar verður hækkað við kr. 886.000 og sett til kr. 13.086.000.