KU fak gevur ongar karakterir í ár

Tað er í eini roynd at basa trýstinum, sum tey lesandi merkja.

Í vikuni løgdu Súsanna Skaale og Annika Davidsen, sálarfrøðingar, fram úrslit av kanning av sálarheilsuni hjá miðnámsskúlanæmingum í Føroyum.

Kanningin vísti, at serliga genturnar merkja til eitt stórt trýst at røkka góðum karakterum, sum tyngir sálarheilsuna hjá teimum.

Á universitetsstigi ger sami trupulleikin seg galdandi, sambært universitetsblaðnum í Keypmannahavnar Universiteti, Uniavsen. Alsamt fleiri útbúgvingar eru farnar at krevja ovurhonds høgar miðalkarakterir fyri at sleppa inn um kvotu 1 umsóknir.

Av tí sama verða fleiri elitulesandi savnað í somu flokkum, sum leggur enn størri áherðslu á strembanina eftir høgu karakterunum.

Ein av útbúgvingarleiðunum, antropologi, hevur merkt sviðan av hesum, tí fleiri av teimum lesandi taka seg úr lesnaðinum vegna strongd og tunglyndi longu fyrsta árið.

Í ár hevur leiðslan á antropologi tískil tikið stig til, at eingir karakterir verða givnir fyrsta árið av bachelorútbúgvingini. Leiðslan vónar, at tað fer at basa stóra trýstinum og fráfallinum, umframt at stuðla uppundir meira kreativum uppgávum frá teimum lesandi, nú teimum ikki nýtist at vera ørkymlað av karakterum.