Kular Røtur til Danmarkar

Leygardagin 21. apríl fara frísku børnini í Kulum Rótum at spæla til konsert í Keypmannahavn. Lýst er við hugnaligari barna- og familukonsert í Føroyingahúsinum kl. 14, har yngsta orkestur í landinum fer at spæla sínar kendu og vælumtóktu sangir.

Seinasta árið hava Kular Røtur sungið og spælt kring oyggjarnar, og áðrenn skúlarnir fóru í páskafrí, hevði bólkurin ein sera góða og livandi framførslu í ítróttarhøllini á Hálsi, har eini 1500 fólk vóru til tiltakið Børn í Føroyum.

Næsta vikuskiftið verða tey hittini Vov Vov, 10 bibbur, Hon er omma mín og Eg eigi vakrar dreymar at hoyra í stórbýnum.