Tað munnu vera fá børn - og vaksin fyri tað - sum ikki kenna kulu røturnar, sum nú í fleiri ár hava verið at hoyrt og sæð á bæði fløgu- og videoútgávum. Og ikki minni kendur man vinur teirra - Trøllapætur - vera her heima.
Og framvegis verða tað fyrst og fremst føroykt børn og barnsligar sálir, sum koma at fáa gleði av teimum. Eitt nú við nýggjari uppsamlingsútgávu, sum skjótt verður at fáa í handlum kring landið.
Men samstundis er eisini ætlanin, at tey í londunum kring okkum eisini skulu fáa møguleikan at uppliva hetta. Nú til jóla kemur nevnliga ein nýggj útgáva á íslendska marknaðin. Kætir krakkar og Trøllapétur eitur útgávan, sum fyrst og fremst inniheldur íslendskar útgávur av løgum hjá Kularrótum, men har Trøllapætur tó eisini er at hoyra.
Ætlandi verður talan seinni eisini um eina útgávu hjá TrøllaPæturi.