Tað verður 35 ára gamli Milan Kuljic, sum skal standa á odda fyri besta
mansliðnum hjá TB í 2012. Tað skrivar Suðurrás.
André Dalsfoss, formaður, ásannar, at serbiski venjarin hevur ikki
stórvegis royndir sum ábyrgdarmaður.
- Men Milan Kuljic kennir nógv til føroyskan fótbólt, tí hann hevur verið
spælari í Føroyum í nógv ár. Tað fer at geva honum eina góða barlast í
venjarastarvinum, sigur André Dalsfoss við Suðurrás.
Milan Kuljic kom til Føroya á fyrsta sinni í 1998. Hann spældi sjey
kappingarár við VB. Miðvallarin kom aftur í 2007, tá hann skrivaði undir
sáttmála við HB. Kuljic var spælandi hjálparvenjari hjá AB í ár.
Milan Kuljic hevur spælt 281 dystir á føroyskum undirlagi í alt.
Her er Milan Kuljic amyndaður í HB drakt.