Kult og kollveltandi

Katrina í Geil, sniðgevi og stílráðgevi, ráðgevur fólki um stíl og útsjónd, tí – sum hon sigur - øll kunnu síggja gott út. Hon er eisini sniðgevi og hevur selt bindimynstur til bæði Calvin Klein og Filippa K, men hon saknar ein kreativan orkudepil, sum kundi kollvelt føroysku vinnuna

Hon býr í Nólsoy og arbeiðir í mótahandli í Havn, men Katrina í Geil er nógv meira enn bara nólsoyingur og handilskona. Hon spreingir rammur, og tað skuldu føroyingar og føroyska samfelagið eisini gjørt, heldur hon.

Katrina er útlærd sniðgevi, hon er hugskotsmennari, fyrilestrahaldari, og sniðekspertur, og hon er eisini stílráðgevi og skeiðshaldari. Seinasta mánaðin hevur hon skipað fyri skeiðum við heitinum Be the Best of You, har hon hevur givið fólki ráð, um hvør stílur riggar til hvønn kropsbygnað, hvørjar litir fólk klæða, og hvussu tú heilt einfalt skapar ta bestu útgávuna av tær sjálvari.

Bæði sum stílráðgevi og sniðmennari ruskar hon upp í tí fastlæsta. Flestu fólk hava vant seg við at síggja seg sjálvan á ein ávísan hátt og lata seg í hareftir, greiðir Katrina frá.

- Vit hava lyndi til at siga: soleiðis eri eg. Men í veruleikanum broyta vit okkum alla tíðina, sigur stílráðgevin. Sami fastlæsti hugsunarháttur gongur aftur innan sniðgeving og virkismenning, heldur hon.

- Tað, sum vit kalla føroysk bindimynstur, eru bara ein skráseting av nøkrum, sum einaferð var nýtt. Tað siðbundna er gott, men má altíð bjóðast av við nýggjum íblástri, annars stegða vit upp, sigur Katrina avgjørd. Hon kundi hugsa sær, at ein tvørfakling depil fyri sniðgeving og kreativitet varð settur á stovn í Føroyum, tí ein slíkur depil hevði spreitt ringar í vatninum og broytt føroyskar fyritøkur og samfelagið sum heild.


Vit eygleiða øll

Sum stílráðgevi kann Katrina í Geil hjálpa fólki, tí hennara ráð eru ikki bara tað, sum hon persónliga heldur er vakurt, men tað sum øll halda er vakurt. Tí vit hugsa meira eins, enn vit geva okkum far um, sigur hon

- Okkara fatan av útsjónd er merkt av nøkrum felagsmenniskjaligum ímyndum av vakurleika, men eisini av tí mentan, sum vit eru partur av. Tí hava vit felags preferansur í mun útsjónd.

- Vit eru ikki altíð tilvitað um tað, og vit duga ikki øll at seta orð á tað. Men vit døma og fordøma hvønn annan eftir nøkrum avísum reglum, sigur Katrina.

Hetta er partur av okkara intuitión, tann ótilvitaða vitanin, sum vit ikki hava orð fyri, men sum liggur har kortini.

- Vit siga ikki, at vit ikki hava álit á hasum politikaranum, tí hann er ófantaliga ílatin, men hyggja vit nærri, kann tað júst vera ein óheppin klædnastílur, sum fær okkum at halda, at hann ikki er álítandi, sigur Katrina og flennir


Men tíbetur kunnu øll síggja gott út, tað ræður bara um at duga at lata seg í, sigur hon. Og velur tú, at vera líkaglað við útjóndina, gongur tað bara út yvir teg sjálvan, tí, sum sagt, øll onnur avlesa teg.

- Nógv velja ikki at fokusera á klæðini, tí lívið er so nógv annað. Kvinnur kunnu siga, at tær skulu metast eftir eginleikum, førleikum og dygdum, ikki eftir útsjónd. Men trupulleikin er, at útsjóndin er har. Tú kanst hugsa, at tú ikki leggur nakað í hana. Men øll onnur síggja teg og taka støðu til tína útsjónd, staðfestir Katrina, sum í dag hevur valt at lata seg heilt einkult í. Hon brúkar ikki sminku, men hevur nýmótans hársnið.


Lekrar, sterkar og stuttligar

Krøvini til menn eru fyrst og fremst, at teir síggja reinligir og snotuligir út. Kvinnur harafturímóti skulu vera lekkurt ílætanar. Eisini skulu tær finna eina javnvág millum tað maskulint kantaða og tað feminint runda og bleyta.

- Tað ber betur til at vera runt og bleytt ílætin í einum umsorganarstarvi enn á vinnulívsdeildini hjá Eik, staðfestir stílráðgevin.

Hon sigur, at ein klædnastílur við nógvum rundum formum ofta signalerar, at kvinnan ikki vil vald og kanska ikki maktar vald, meðan ein kona, sum er ordiliga fýrakantað ílatin, gevur líka óheppin signal, tí hon verður dømd ikki at hava samband við seg sjálva og sína kvinnuligu síðu.

- Samstundis skulu kvinnur signalera, at tær hava humor. Tað skal ikki vera ov tungt og seriøst, tí so sært tú ikki út til at hava yvirskot.

Hetta ljóðar sum ómenniskjalig ella yvirmenniskjalig krøv, men sambært Katrinu í Geil, nyttar tað einki at lata sum um, at hesi krøv ikki eru, tí tey liggja í tíðini, og tær kvinnur, sum ikki síggja út til at hava bæði heila og humor, eru verri stillaðar í kapping við aðrar.


Snarmynstur til Calvin Klein

Katrina í Geil flutti úr Danmark í 2005. Tá hevði hon búð níggju ár niðri, har hon millum annað tók prógv sum designari frá Designskolen Kolding. Hon og maðurin og børnini fluttu til Nólsoyar, tí verpápin átti hús har.

- Tað var tað lættasta. Men eg havi eisini altíð trivist væl í Nólsoy. Har er so deiliga friðarligt og fólkini eru so ómetaliga fitt og favnandi, sigur Katrina í Geil

Í útbúgving síni spesialiseraði Katrina seg í tekstil og binding og var í praktikk í einum sokallaðum bindistudio í London. Eftir at hon flutti heim, helt hon áfram at samstarva við hetta bindistudio.

- Eg havi serliga gjørt ymisk øðrvísi og nýhugsandi snarmynstur við íblástri úr føroysku náttúrini. Og míni mynstur eru seld til millum onnur Calvin Klein og Filippa K., greiðir Katrina frá. Føroysk sniðgeving hevur tørv á at flyta seg, heldur hon.

- Tað, sum vit hugsa um, sum typiskt føroyskt hevur einaferð verið nýtt og fremmant. Skráseting hevur konserverað tað, og tað er sjálvandi virðismikið, men tað er ikki nóg mikið, sigur Katrina.

- Til dømis er føroyskur tónleikur ikki bara kvæði, men eisini rockur og opera. Tað sama við binding, vit mugu lata upp fyri teimum óendaligu møguleikunum.

Ein stórur partur av arbeiðinum hjá einum sniðgeva er at síggja óendaligar møguleikar, og so at finna ta røttu kjarnuna í tí. Og hetta kann brúkast til annað enn at gera klæðir.


Sniðgeving gevur pengar

Føroyar hava listafólk, sniðgevarar, arkitektar og onnur kreativ fólk í yvirflóð, men skúlapskipanin og samfelagið annars stuðlar ikki undir hendan kreativitet.  Og føroyska samfelagið dugir ov illa at brúka tey, heldur Katrina. Og tað er óheppi, tí fyritøkur, sum hugsa í sniðgeving, hava størri yvirskot enn tær, sum ikki gera tað

Ein donsk kanning vísir, at fyritøkur, sum tilvitað brúka sniðgeving, hava størri vøkstur enn fyritøkur, sum ikki eru tilvitaðar um snið.

- Hetta er rættiliga logiskt, sigur Katrina, tí sniðgeving snýr seg ikki bara um klæðir, men um nýhugsan og menning á øllum økjum, og um at fáa tað besta burtur úr settu kørmunum.

- Góð sniðgeving kann bæði vera ein lekkur jakki og ein vælvirkandi skattaskipan. Og kanningin vísir, at jú meira integrerað sniðgeving er í fyritøkuni, jú størri er vøksturin í krónum og oyrum.

Føroyar mangla ein tvørfakligan depil fyri sniðgeving, sum kann vera lokomotiv fyri so nógv annað, heldur Katrina. Danir hava raðfest designskúlar og designhús høgt, og hetta hevur spreitt ringar av alternativum loysnum og øðrvísi vinnumøguleikum.

- Í Føroyum tykjast øll samd um, at innovatión og menning er vegurin fram, og tí er tað upplagt, at vit raðfesta kreativitetin og sniðgeving og útnytta alla ta kreativu orku, sum landið hevur. Og ein slík verkætlan skal vera ambitiøs frá byrjan, heldur Katrina.

- Vit skulu ikki skjóta pílarnar ov lágt, vit hava rávøruna – kreativu fólkini við góðum útbúgvingum – og tí eiga vit heldur ikki krevja annað enn, at depilin verður á altjóða støði.

Katrina í Geil hevur gott mót um framtíðina. Hon væntar, at Føroyar eru á veg inn í eina broytingartíð, har størri dentur fer at verða lagdur á nýskapan og sniðgeving, og hon gleðir seg at vera partur av hesari kollvelting.