Kulturur ? ???

Eg eigi eitt føroyskt bundnaturriklæði (dupult), sum ein gomul kona úr Gøtu bant! Hon var elligomul tá, uppi í hálvfemsunum. Vakurt var tað og er tað, mjúkt og lætt og heitt; fyri mær er tað eitt tað vakrasta listaverk.

 

Hanna Lisberg

Tórshavn, 28.05.01

??????????????????


Eg eigi eitt føroyskt bundnaturriklæði (dupult), sum ein gomul kona úr Gøtu bant! Hon var elligomul tá, uppi í hálvfemsunum. Vakurt var tað og er tað, mjúkt og lætt og heitt; fyri mær er tað eitt tað vakrasta listaverk.

Tað er ógvuliga ymiskt, hvat vit meta list at vera.


Kulturur!

Hvat er kulturur?

Eg spyrji bara. Vit høvdu høvi at síggja fleiri hundrað pør í føroyskum klæðum í Havn ? menn og kvinnur ? glað og fró. Var hetta kulturur? Ja, so sanniliga. Vøkur sjón.

Men tá eg sigi tykkum, at politikarar okkara bert rokna hetta kultur at vera, tá teir uppskrýddir vísa seg í føroyskum klæðum og gera seg herðabreiðar. Her heldur kultururin uppat.

Hví sigi eg tað?

Jú! Tey, sum virkað hava, mugu gjalda 25% í MVG ? ella rættari tann, sum keyir hesa tænastu. Er tað tí, at tað, sum hesar hendur hava virkað, ikki verður virðismett ? og roknað sum »ikki kulturur«?

Rættir menn, ha?

At veva ? at binda ? at toltra ? at bregda o.s.fr. ? kulturur? Syndast ikki!

Eg tosi ikki um grýtulappar, men tjóðarbúnan.

Takk fái skúlarnir fyri tað fjølbroytta handaverk, ið har fer fram.

Sjálvt seti eg ómetaligan prís uppá tað, sum Johanna Jensen, Kvívík ? Ása dóttir hennara og Elinborg Petersen lærdu meg, tá eg virkaði mín egna búna, tá eg gekk í skúla. Væl veri teim-um og øllum teim fyri, sum hava lært og læra næmingar hetta dýrabara ? at duga at brúka hendurnar. Tað eigur at verða virðismett! Ongantíð ov høgt.


Grýtulappar

Eg hoyrdi einaferð tveir menn skeldast! Annar sigur: »Heldur tú ikki kjaft, skal eg rista punthenkur í eygnalokini á tær!« Hetta var áðrenn dreingir lærdu at binda grýtulappar! Syndast ikki.