Fara vit at síggja teg aftur í føroyskum politikki?
Áhugin fyri, at vera við til at skipa okkara samfelag betur til frama fyri okkum øll fer altíð at vera til staðar. Men tað eru nógvir mátar at vera við at skapa broytingar, og í løtuni er tað í føroyskum vinnulívi, at eg leggi mína tíð og orku. Um eg verið at síggja aftur í føroyskum politikki í framtíðini – ja, tað vil framtíðin vísa.
Hvat fekk teg av fyrstan tíð at fara upp í politikk?
Har eru so nógv viðurskifti í Føroyum, ið eg meti vit kunnu gera betur. Mær dámar ikki at sita á síðulinjuni og gremja meg, tá møguleiki er fyri, at gera nakað fyri at broyta og betra. Havi eisini nógv hugskot til, hvussu vit kunnu skipa okkum betur. Fór tí upp í politikk fyri at vera við til at skapa eitt betri og sjálvbjargið samfelag fyri allar føroyingar.
Hvat er tað besta við tínum verandi starvi?
1. At kunna vera við til at gera mun og menna týðandi partar av føroyskum vinnulívi
2. Góðir starvsfelagar
3. Eitt avbjóðandi og fjølbroytt starv
Og hvat er tað ringasta?
Havi ábyrgd av trimum stórum økjum í TF samtakinum. Menningardeild, KT-deild og Marknaðarføringsdeild. Á øllum hesum økjum eru sera nógv viðurskifti, ið arbeitt verður við, og menningarmøguleikarnir eru nógvir. Tí er torførast uppgávan ofta, at tú – tá raðfestast skal – mást lata týðandi mál bíða, tí tað er neyðugt at raðfesta onnur og enn meira týðandi mál fremst.
Er tað serliga spennandi at arbeiða í TF í hesum tíðum við keypi av banka og stjóraskifti?
Ja, hetta eru søguligar og avbjóðandi tíðir fyri TF samtakið. Tíðir, ið seta stór krøv til nærlagni, skynsemi og rættar avgerðir. Vit hava í samtakinum nógv sera vælskikkað starvsfólk, og tað er tí bæði spennandi og hugaligt at arbeiða saman um at menna TF samtakið til - umframt tryggingar og pensjón - eisini at fevna um bankavirksemi. Hetta er nakað, ið verður til fyrimuns fyri bæði kundar, starvsfólk og føroyska samfelagið.
Hvat gert tú í frítíðini?
Tann frítíðin, ið er tøk, verður fyrst og fremst gagnnýtt saman við familjuni. Ikki er stórvegis rúm fyri øðrum í hesum døgum. Við jøvnum millumbilum verður tíð eisini sett av til at møtast við vinfólkum.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Í løtuni liggur tilfar um Eik banka og LÍV á borðinum, men havi fyri stuttum lisið bókina ”Dronningeoffret” eftir Hanne Vibeke Holst og ”Tinder og Dale” eftir Spencer Johnson. Tvær ymiskar og á hvør sín hátt góðar bøkur.
Hvat fært tú ov sjálvdan tíð til?
Listin er langur yvir ting, ið eg kundi hugsað mær at havt meira tíð til. M.a. hevði eg ynskt at meira tíð var til, at fara oftari til Klaksvíkar at vitja ommu mína úti í Grøv. Eisini hevði eg ynskt mær meira tíð til at íðka ymsan ítrótt og at lesa fleiri bøkur.
Ferðast tú nógv í egnum landi?
Ja, vit ferðast lutfalsliga nógv í egnum landi. Hava ikki verið saman sum familja uttanlanda seinastu 3 árini, men hava í staðin valt at ferðast í egnum landi. Hava serliga verið í Víkarbyrgi og í Norðoyggjum.
Hvat er tín lívsrættur?
Ræst kjøt.
Er tú til motión og action ella heimligan hugna?
Áðrenn børnini gjørdust partur av lívinum brúkti eg ómetaliga nógva tíð og orku til ítrótt og annað virksemi, men nú eru tað børnini og heimligi hugnin, ið verða tikin fram um í nøkur ár.
Verður tú framvegis at finna á Tryggingarfelagnum Føroyum um 10 ár – ella verður tú løgmaður tá?
Vit vita ikki hvat framtíðin hevur at bjóða, men vóni, at eg tá eri í einum avbjóðandi starvi, har eg – saman við øðrum góðum fólkum - kann vera við til at gera mun og skapa menning har sum eg eri.
Myndatekstur:
Áðrenn børnini gjørdust partur av lívinum, brúkti eg ómetaliga nógva tíð og orku til ítrótt og annað virksemi, men nú eru tað børnini og heimligi hugnin, ið verða tikin fram um í nøkur ár, sigur Kristina Háfoss
Fakta
Navn: Kristina Háfoss
Aldur: 35 ár
Útbúgving: Cand.polit og cand.jur
Starv: Deildarstjóri í TF samtakinum