Einasti málskjúttin hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen, ljóðaði ikki til at vera heilt nøgdur við avrikið. Vit spurdu hann, um teir væntaðu so nógv av B71.
- Vit vænta altíð nógva mótstøðu. Hetta var ein dystur millum tvey lið í niðara endanum, og í dag fall hetta til teirra fyrimun, segði sterki miðvallarin eftir dystin.
Er tað nøktandi, at tit loyva B71 at skora heili trý mál?
- Tað er ongantíð gott. Fyrsta málið kom eftir at vit ikki megna at senda B71 í rangstøðu, og harvið koma teir púra leysir. Næsta málið kom eftir ein deyðbólt, har alt kann henda, meðan seinasta málið fall meðan vit høvdu kastað alt fólkið fram.
Úrtøkan hjá Skála er higartil bara trý stig fyri fýra dystir, men hetta metir hann ikki vera undir mark.
- Vit eru ikki avbyrgdir enn. Málið er at vera omanfyri niðurflytingarmarkið, og tað eru vit framvegis. Vit fara ikki niður við høvdinum, og nú er bara at fáa eitt gott úrslit ímóti B68 mikukvøldið, sigur Pætur Dam Jacobsen at enda.