Í einum brævi (november 1898) til Anton Tjekhov skrivaði Maxim Gorkij m.a.: ”Nú ein dagin sá eg ”Farbróðir Vanja”; eg sat har og sá sjónleikin og – græt sum eitt konufólk, hóast eg als ikki av lyndi eri sentimentalur. Eg kom til hús ørur, tungur í huga av tygara sjónleiki, skrivaði eitt langt bræv til tygara og – skræddi tað sundur. (…) Tygum eru gávuríkur, stórt talent (…) Eg eri als ikki nakað gott menniskja, men eg græt, tá eg sá Vanja og hansara felagar, hóast tað er býttisligt at gráta og upp aftur býttari at siga frá tí. (…). Til hetta svaraði Tjekhov: ”Eg takki tygum av heilum hjarta fyri bræv tygara. Tað er langt, langt síðani, at eg skrivaði ”Farbróðir Vanja,” eg havi ongantíð sjálvur sæð hann á palli…”
Í einum brævi (juli 1902) skrivaði Tjekhov til Maxim Gorkij: ”Eg havi lisið ”Náttarherbergið” (Gorkij hevði sent honum manuskriptið). Onnur aktin er tann besta og sterkasta, og eg var líka við at dansa av frøði, meðan eg las. Áskoðarar, sum ikki eru vanir við slíkt, rýma úr sjónleikarhúsinum, og tygum kunnu siga farvæl til tygara umdømi sum optimistur.” (….).
Premierukvøldið, tá ”Náttarherbergið” varð framført í 1902, fekk Maxim Gorkij sín fyrsta muss frá tí vakra sjónleikaranum Marija Andrejeva. Hon gjørdist hansara elskarinna. Og nú verður so sjónleikurin ”Náttarherbergið” spældur í Meiaríinum.
Hetta er eitt drama um tað russiska fólkið og tess ræðsluvekjandi armóð í øldir. Av egnum royndum kendi Gorkij tað russiska slummið, og tá ið hann við skriving av álvara gjørdi vart við seg, varð hann fleiri ferðir tveittur í fongsul. Heimskendi rithøvundurin Fjodor Dostojevskij, sum, kanska meira enn nakar skrivaði um tey útstoyttu og minni mentu í Russlandi, varð - eisini vegna skriving - beindur 10 ár í tukthús í Sibiria.
Lat tað verða sagt beinan vegin, at dramaið, við 15 lutaleikum, valla kundi verið framført betri enn tað, sum 7 sjónleikarar á pallinum í Tórsgøtu so meistarliga megna. Vónandi verða tey á pallinum í fleiri vikur fyri ikki at siga fleiri mánaðar. Pallur við ongum leiktjaldi; umhvørvið; sjúkligur heilaspuni; ræðandi sálarmynstur; alt hetta fær okkum at sita negld við stillisligum tárum og innibardum látri. Í hesum deyðans húsi fara øll í hundarnar uttan pílagrímurin Luka, alias Maxim Gorkij.
Hóast elskaður av tí russiska fólkinum og hátt virdur úti og heima, doyði hann í húsavarðhaldi í 1936. Graml hoyrdist um, at hann varð dripin eftir boðum frá Stalin. Til lukku øll tit, sum so avbera dugnaligt hava lagt rygg til hendan klassikaran, og last but not least eina tøkk til Kristinu S. Hansen, sum so sannførandi hevur framelskað okkum tað russisku psykuna – og ta føroysku!