Endamálið við ferðini var at fylgja mannagongdini frá tí at ein bilur kemur til upphøggingar, til hann so at siga liggur á hillunum, serliga við atliti til umhvørvisvernd, sigur Petur Martin Johansen frá Fa. Billutir, ið var ferðaleiðari á túrinum.
Í Danmark eru yvir 100 ymiskir bilupphøggarar og sera strong umhvørviskrøv verða sett til teir, tá bilarnir verða høgdir upp, serliga viðvíkjandi bensin, olju, bremsivesku, akkumulatorum o.l. Tá t.d. airbag-skipanir verða tiknar úr bilunum, verða lutirnar av trygdarorsøkum goymdar í avlæstum rúmum.
Føroyska ferðalagið vitjaði Midtjysk Autoophug í Ikast og bleiv væl kunnað um hvussu upphøggarar arbeiða. Umleið 50 danskir upphøggarar eru við í felags telduskipanini, Autoophuggernes Datalager, har teir kunnu síggja hvat aðrir hava á goymslu. Endamálið við hesi skipan er, at um ein upphøggari ikki hevur ein ávísan eykalut, sum kundin spyr eftir, kann hann beinanvegin síggja um onkur annar upphøggari hevur eykalutin og soleiðis hjálpa kundanum.
ISO 14001 góðkendir
Midtjysk Autoophug A/S í Ikast er ein av størstu upphøggarum av bilum í Danmark. 25 starvsfólk eru í fyritøkuni, sum eisini hevur eina deild í Holstebro. Teir levera brúktar eykalutir til øll bilmerkir. Fyritøkan er ISO 14001 góðkend, sum bleiv eitt lógarkrav 1. juli 2000.
Petur Martin Johansen, frá Fa. Billutum, sigur, at størsti fyrimunurin við at keypa frá upphøggarum er prísurin, kundin kann spara upp til 50 prosent, ella meira av hvat ein nýggjur eykalutur kostar.
Við í føroyska ferðalagnum vóru 10 mans frá ymiskum føroyskum fyritøkum, sum eisini royndu seg sum go-kart koyrar og vóru túrar við sveimflogfari.