Peningarstovnar hava merkt ein minkandi áhuga frá fólki og fyritøkum fyri at læna pengar, síðani fíggjarkreppan rakti vesturheimin í 2008. Hetta hevur eisini merkt virksemið hjá føroysku peningastovnunum. Búskaparráðið heldur, at ein avleiðing av hesum hevur verið, at rentumarginalurin er hækkaður – at útlánsrentar er hækkað og innlánsrentan minkað.
Suni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik banka, heldur ikki, at søgan er so einføld.
- Tað er ov einfalt at siga, at rentusatsirnir bara verða ásettir eftir, hvussu eftirspurningurin eftir fígging er. Tað svarar til at siga, at ein skógvahandil, sum selir færri skógvar, bara hækkar prísirnar. Soleiðis hongur tað ikki saman, sigur Suni Schwartz Jacobsen.
- Vit áseta okkara rentu út frá fleiri viðurskiftnum. Millum annað hvussu nógv tað kostar okkum at læna pengar, og hvussu stórur váðin er við at læna út. Tað ber ikki til at siga, at rentumarginalurin hækkar, bara tí eftirspurningurin eftir fígging er minni, sigur hann.
Fólk eru varin
Forstjórin í Eik staðfestir tó, at síðani 2008 hava fólk og fyritøkur verið meira varin og hava í størri mun goldið lán niður og spart saman. Hetta hevur havt við sær, at aktiviteturin í samfelagnum er minkaður.
- Peningastovnarnir hava sjálvandi verið eitt sindur meira varnir eisini, og Eik kemur jú frá eini heilt serligari støðu, men vit vilja gjarna læna pengar út til góð hugskot, og vit eru altíð positivt sinnað mótvegis góðum hugskotum, sigur Suni Schwartz Jacobsen.
- Hálvársroknskapurin hjá okkum vísur, at minkingin í útlánum er steðgað, men vit kundu hugsað okkum at lænt meira pengar út, sigur hann.