Tað liggja stórar fyrimunir í eini kommunusamanlegging í Suðuroy.
Tað var boðskapurin hjá Jóannes Eidesgaard, formanni Javnaðarfloksins, á landsfundinum í Trongisvági leygardagin.
Á fundinum varð spurningurin reistur um, hví Fíggjarmálaráðið ikki vildi játta Vágs Kommunu lán til ein barnagarð og samstundis hevur spurningurin um eftirskúla ligið og spøkt rættiliga leingi.
Røttu loysnirnar
Men formaður javnaðarfloksins helt, at tað ræður um at síggja og velja tær røttu loysnirnar.
Vágs Kommuna kann ikki fáa lán til nýggjan barnagarð, tí kommunuskuldin er so longu frammanundan so stór, at at hon er farin upp um ena álíkning, sum er tað mesta ein kommuna hevur loyvi at skuldabinda seg eftir lógini.
Ístaðin mælti Jóannes Eidesgaard til at síggja fyrimunirnar við eini samanlegging.
- At hugsa sær til: Tað eru tríggjar kommunur rundan um Vágsfjørð, bæði Sumbiar Kommuna, Vágs Kommuna og Porkeriskommuna.
- Í Porkeri er ein skúli, har tað ganga gott 20 børn.
- Tað er onki í vegin fyri, at Vágs Kommuna og Porkeris Kommuna tóku upp samstarv, so at skúlabørnini í Porkeri vórðu flutt til Vágs at ganga í skúla og so høvdu umstøður verið til at havt heimsins besta barnagarð í skúlanum í Porkeri.
- Frástøðan frá heiminum í Vági til skúlan í Porkeri er munandi minni enn so nógv onnur foreldur hava at fáa børnini í barnagarð.
Hann sipaði eisini til ætlanina at byggja nýggjan eftirskúla í Hvalba, har ein skúlabygningur fyri 80 milliónir hevur verið nevndur.
- Tað er ein øgiliga stór avbjóðing, sum tíðirnar eru nú.
Hann vísti eisini á, at vit hava ein góðan skúlabygning í Sumba.
- Kunnu vit hugsa okkum, at tey fáu skúlabørnini í Sumba, koyra tað lítla korterið, tað tekur at koyra til Vágs, og ganga í skúla har, stendur ein góður skúlabygningur í Sumba tøkur til eftirskúla.
Jóannes Eidesgaard segði, at hann nevndi hetta fyri at vísa tvey dømi um, hvussu stórir møguleikar liggja í eini kommunusamanlegging í Suðuroy.
- Er dirvi, ryggur og vilji til at síggja møguleikarnar, skulu teir eisini vísa seg, legði hann afturat.
Ikki semja
Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági sigur, at tað vísir seg sum um at nýskipanir eru svarið upp á allar trupulleikar.
Men tá ið tað kemur til eina nýskipan á kommunuøkinum, er veruleikin tann, at samgongan er als ikki samd um nakra nýskipan á kommunuøkinum.
- Eg havi sjálv verið á fundi við umboð fyri landsstýrið og Løgting um eina framtíðar kommunuskipan og eg veit, at tað er als ikki semja um tað, segði borgarstjórin í Vági.
Og hon spurdi um vit so heilt skulu halda upp at at byggja landið út, til samgongan hevur funnið semju um framtíðina hjá kommunum.