ST Barnarættindini vórðu fyri fyrstu ferð sett á breddan 20. november fyri 25 árum síðani.
Miðvísa arbeiðið hjá Føroyum at varpa ljós á barnarættindi í tráð við ST ásetingarnar, hevur ikki nógv ár á baki. Ein av ásetingunum hjá ST, er at børn skulu kenna síni rættindi, men vegleiðandi kanning vísti í apríl í fjør, at bara 47 prosent av 93 níggjunda floks næmingum vistu, at børn hava síni egnu rættindi.
- Tað er ikki nóg gott, sigur Lív Patursson, samskipari í føroysku deildini hjá Amnesty International.
Hon vísir á, at tey úr Amnesty hava heitt á Mentamálaráðið um at fáa barnarættindi inn í undirvísingina á fólkaskúlunum.
- Vit hava havt góðar royndir av undirvísing, tá ið vit sjálvi hava undirvíst næmingum í mannarættindum. Tá vísti tað seg, at tey ungu vóru nógv betri kunnað um síni rættindi, sigur Lív.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við Lív Patursson