Kunnaðu japanarar um grind

Í farnu viku vóru trý umboð fyri Grindamannafelagið á ferð í Japan, har greitt var frá grind, grindadrápi og øðrum í tí sambandi.

Í farnu viku vóru trý umboð fyri Grindamannafelagið – Ólavur Sjúrðarberg, Regin Jespersen og Hans Jacob Hermansen – á ferð í Japan, har greitt var frá grind, grindadrápi og øðrum í tí sambandi.

Hans Jacob Hermansen sigur, at japanarar hava stóran áhuga fyri føroyska grindadrápinum og hava – eins og føroyingar – áhuga fyri at fáa drápið at ganga skjótt og væl og upp á ein menniskjansligan máta.

Millum annað vóru nevndarlimirnir í Grindamannafelagnum eisini á matstovu, ið burturav ger mat burtur úr hvali, og eigarin hevur áður vitjað Føroyar og matgjørt her.

Hoyr samrøðu við Hans Jacob Hermansen við at trýsta á pílin undir myndini.