Kunningarfundur um Nordplus 2014

Kunnandi fundurin verður í Norðurlandahúsinum í kvøld

Í kvøld klokkan 19.30 verður kunnandi fundur um Nordplus 2014 í Norðurlandahúsinum.

Nordplus Rammuskráin hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum flytir fólk til lærdóm, íblástur og upplivingar í Norður- og Baltalondum. Rammuskráin er ein útbúgvingarskipan, sum veitir góðan fíggjarligan stuðul til:

 

  • Mobilitet
  • Verkætlanir
  • Netverk

 

Skipanin vendir sær til allar útbúgvingarstovnar, felagsskapir og onnur, sum eru áhugað í útbúgving, lívlangari læring og persónligari menning.

 


Seinasta freist at melda seg til Nordplus 2014 er mánadagin 3. mars 2014.

 

Við at trýsta á PÍLIN undir myndina ber til at hoyra Holger Arnbjerg frá Altjóða Skrivstovuni greiða frá Nordplus 2014.