Tað hevur einki upp á seg at standa seg illa í veljarakanningum, um tað á valinum vignast væl. Soleiðis plagar tað at verða tikið til í politikkinum, og tað er ikki sørt, at henda vendingin kann verða galdandi fyri FC Suðuroy ídag.
Inntil 9. umfar, sum var 24. mai, helt FC Suðuroy sær omanfyri niðurflytingar strikuna. Síðani eftir 10. umfar hevur suðuroyarliðið verið undir strikuni, og har er FC Suðuroy eisini undan 27. umfari.
Men tað er ikki óhugsandi, at FC Suðuroy kann sleppa undan niðurflytingini í síðsta umfari. Treytin er, at FC Suðuroy ídag fær í hvussu so er eitt stig meiri enn B71. Sandoyingar skulu stríðast í Runavík, meðan FC Suðuroy skal spæla á útivølli ímóti niðurflutta AB.
B71 hevur 23 stig og málmunin -33. FC Suðuroy hevur 22 stig og málmunin -20.
Sámal Erik Hentze er venjari hjá AB, og tað verður hann eisini næsta ár, tá ið argjamenn enn eina ferð skulu royna at vinna sær pláss í fremstu røð.
Hjá FC Suðuroy kemur tað illa við, at verjuspælarin Kasper Schultz er leikbannaður eftir reyða kortið ímóti Víkingi.