Kunnu bowla í næsta mánaði

Arbeiðið við nýggju bowlinghøllini í Leirvík gongur væl, og væntast kann, at henda kann lata upp seinast í næsta mánaði.

Leirvík: Leygardagur 29. oktober 2005.
Tað er dagurin, sum Ólavur Olsen og onnur í Leirvík bíða spent eftir.
Gongst sum ætlað, so kann hann henda dagin lata upp dyrnar fyri almenninginum til ta nýggju bowlinghøllina í bygdini.
Hóast tað er enn er nakað av tíð til henda dag, so er longu stórur áhugi manna millum fyri hesi høllini.
- Tað eru nógv fólk sum spyrja meg um ymiskt við hesi høllini, og ikki minst, nær vit fara at lata upp.
- Tað stuttliga er, at tað er ikki bert fólk higani úr oynni sum spyrja, men eisini ein hópur av fólki úr Norðoyggjum, sigur ein spentur Ólavur Olsen.


Pólsk arbeiðsmegi
Týsdagin kom ein stór bingja í túnið, nærhendis Statoil-støðini í Leirvík, har henda høllin eisini stendur.
Í bingjuni var alt tilfarið og øll útgerðin, sum skal nýtast til hesa høllina.
Inni í høllini eru vítt til veggja og høgt til lofta, og tí er gott pláss hjá fólki at bowla á teimum seks breytunum, sum verða í høllini.
Fýra mans úr Polen, og sum hava drúgvar royndir við júst slíkum høllum, eru eisini komnir til Føroyar at seta hesa upp hesa høllina.
Tá bingjan var komin í túnið, fóru teir beinanvegin til verka við at taka útgerðina inn í høllina og síðani seta hana alt upp.
Gongst sum ætlað kann høllin tí lata upp 29. oktober. Lítil ivi man vera um, at nógv folk fara at vitja hesa høllina  í fyrstu syftu mest eysturoyingar, og seinni í hópatali av norðoyingum, tá undirsjóvartunnilin fer at lata upp komandi ár.