Triði hvør føroyski læknalesandi ætlar sær heim til Føroya eftir loknan lesna. Og bara 3% siga seg ikki hava ætlanir um at koma heim. Hetta verður staðfest í kanning, sum nevndin hjá teimum føroysku læknalesandi í Keypmannahavn, LÍK, hevur gjørt millum føroysk læknalesandi.
Í kanningi hava 76 av teimum 96 føroyingunum, sum í løtuni lesa til lækna uttanlands, svara, og tí skuldi kanningin verið rættiliga eftirfarandi.
Nærum tveir triðingar av hesum siga seg ivast í, um tey flyta heimaftur, og spurd um orsøkirnar, eru nøkur svør, sum viga sera nógv. Í 71,4% vóru vantandi fíggjarkarmar innan sjúkrahúsøkið orsøk til ivan, og 69,6% nevndu eisini vantandi politiska raðfesting sum orsøk. Hartil vórðu serlæknatrot og ótti um ov stóra arbeiðsbyrðu eisini orsøkir, sum rúgvaðu nógv, tá svarað varð. Ein broyting av nevndu viðurskiftum stóð tilsvarandi frammaliga, tá spurt varð um, hvørji viðurskifti skuldu broytast, um hugurin at koma heim skuldi betrast.
Kanningin kann lesast HER